HEIM
17.08.2015

Forskúlin Brúgvin byrjaði í morgun

Forskúlin Brúgvin, sum húsast í Glyvra skúla, lat upp í morgun. Spent børn og foreldur teirra møttu til fyrsta dagin í góðveðrinum. 

Durita P. Joensen, skúlastjóri í Runavíkar Kommunuskúla, og Hans Michael í Mittúni, varaskúlastjóri, ið kemur at hava dagligu ábyrgdina av forskúlanum, bjóðaðu vælkomin. 

Børnini sungu ein sang saman við Kára Sverrisyni, sum starvast í forskúlanum. Síðani bjóðaði forskúlin ein drekkamunn, og høvi var at hyggja seg um í snotiligu hølunum.

Eini 30 børn koma at hava sína dagligu gongd í forskúlanum á Glyvrum. Um middagsleiti fara tey í frítíðaransing á Dagstovninum við Stórá í Rituvík.

Sí myndir frá tiltakinum við at trýsta á slóðina niðanfyri.