HEIM
28.03.2014

Forskúli í Runavík frá skúlaárinum 2015-16

Í gjárkvøldið samtykti Runavíkar Býráð at seta á stovn forskúla í Runavíkar Kommunuskúla á sumri 2015.

Ein royndarskipan hevur verið gjørd við forskula í Skála Skúla hesi seinastu tvey árini. Royndirnar hava verið væleydnaðar - m.a. eru royndirnar, at børnini, sum hava gingið í forskúla, er betur búgvin til skúlagongdina í fyrsta flokki, enn tey annars høvdu verið.

Býráðið hevur seinasta árið viðgjørt, hvørt forskúli eisini skuldi setast á stovn í størsta skúlanum í kommununi - Runavíkar Kommunuskúla.

Og í gjárkvøldið var so avgerðin tikin um at seta á stovn forskúla um eitt gott ár. Farið verður nú undir neyðugu fyrireikingarnar av verkætlanini.

Forskúlin í Runavíkar Kommunuskúla verður tann triðji forskúlin í Runavíkar Kommunu, eftir forskúlan í Frískúlanum Kelduni og forskúlan í Skála Skúla.