HEIM
06.10.2015

Forritan fyri børn og ung

Nógv umtalaða skeiðið í forritan fyri børn og ung, sum Bókasavnið við Løkin fyriskipaði farna vetur, er aftur á skránni í heyst. Skeiðið er ein verkstova fyri børn og ung, har tey læra at forrita á ein stuttligan og kveikjandi hátt. Luttakarar nýtast ikki at duga at forrita áðrenn skeiðið. Ongin roynd verður, og onki støðumet verður givið. Vit geva bert frálæru og íblástur.

Fakta
Skeiðið verður hvønn hósdag klokkan 16.00 – 18.00 fram til Páskir.
Byrjað verður 22. Oktober 2015.
Pláss er fyri 25 luttakarum.
Luttøkugjaldið er kr 500,-.
Luttakararnir kunnu hava egna farteldu við, men eisini ber til at læna frá bókasavninum.

Fastur táttur á bókasavninum
Farna vetur skipaði Bókasavnið við Løkin fyri skeiði í forritan fyri børn og ung. Hetta var eitt nýtt tilboð, sum ikki var í Føroyum frammanundan. Undirtøkan vísti seg at vera ovurhonds stór. Umleið 40 børn og ung meldaðu seg til, og flestu gjøgnumførdu allan veturin. Luttakararnir komu úr fleiri býum og bygdum. Flestu kring Skálafjørðin, men eisini úr Klaksvík, Leirvík, Gøtu, Hósvík og Hoyvík.

Fjølmiðlar, skúlar kring landið og foreldur vístu skeiðinum stóran ans. Hetta prógvaði at tørvur var á hesum skeiði. Tí er mótið gott, nú vit fara undir annað árið.

Í ár hevur bókasavnið fingið samstarv við Kvøld- og Ungdómsskúlan í Runavíkar kommunu, um at skeiðið verður boðið út í teirra skrá. Tilmeldast og gjaldast skal umvegis teirra nýggju heimasíðu, sum eitur: www.kurk.fo. Skeiðið verður tó, eins og í fjør, á Bókasavninum við Løkin og undirvísararnir eru teir somu. Talan er um Oddfríða Petersen, Hansmar Poulsen og Jógvan Andersen, sum allir arbeiða innan KT-vinnuna í privata og almenna sektorinum.

Bókasavnið fegnast um at samstarv er fingið við kvøldskúlan, og vónar og væntar at hetta nú er fastur táttur í virkseminum á bókasavninum komandi árini. Hetta er meiningsfult og slóðandi bókasavnsvirksemi, sum ikki finst í Føroyum frammanundan.

Meira kann lesast um bókasavnið á www.lokin.fo