HEIM
13.02.2015

Forritan fyri børn og ung heldur fram

Skeiðið á Bókasavninum við Løkin, har børn og ung hava lært at forrita, eydnaðist so mikið væl, at avgjørt er at halda fram í nakrar vikur aftrat. Eisini er avgjørt at byrja nýtt skeið komandi heyst.

Síðani í september í fjør hava millum 30 og 40 børn og ung gingið til skeið at læra at forrita. Tey hava møtt á Bókasavninum við Løkin hvønn hósdag frá kl 16.00 – 18.00. Fýra sjálvboðin KT-fólk, sum arbeiða í føroysku KT-vinnuni, hava vegleitt og lært frá sær. Seinasti dagur í hesum skeiði var 29. januar.

Eftirmetingin er góð
Eftirmetingin er sera positiv. Undirvísarar hildu at luttakararnir vóru sera ágrýtnir og møttu trúfast. Hóast tað var ymiskt, hvussu stór framstig luttakararnir gjørdu, so hava øll fingið eitt ávíst innlit í hvat forritan er. Og øll hava fingið møguleikan at menna sínar KT-førleikar, og at fáa nýggjar vinir við KT-áhugamálum. Fyriskiparar og bókasavnið hava eisini merkt eina sera dygga undirtøku og stuðul frá foreldrum og borgarunum sum heild. Nógv hava róst og víst takksemi um forritanarskeiðið, sum er eitt øðrvísi tilboð, enn tey vanligu innan ítrótt og tónleik.

Samanumtikið kann tí sigast, at skeiðið í forritan var sera væl eydnað. Bæði luttakarar og undirvísarar lærdu nógv, og hava fingið áræðið at halda fram. Bókasavnið fegnast um undirtøkuna, og um at hava víst á, at tørvur er á frálæru innan hetta øki til børn og ung. Eisini fegnast bókasavnið um alla vælvild og stuðul, sum tiltakið hevur fingið frá øllum samstarvspartum. Skúlin við Løkin hevur bjóða skúlastovur og teldur til skeiðið, Mentamálaráðið hevur stuðla peningaliga úr grunninum ´Stuðul til mentan til børn og ung´. Fjølmiðlar hava borið tíðindi og viðgjørt skeiðið, og soleiðis er boðskapurin um tørvin á hesum tilboði vorðin miðlaður og staðfestur.

Búmerki og hettutroyggjur
Luttakararnir hava kappast um at gera eitt búmerki og navn til forritanartoymið. Fleiri uppskot vóru, og avgjørt var at kalla hópin CodeZone. Code er enska orðið fyri forritan og Zone sipar til staðið, sum í hesum føri er bókasavnið. Navnið og búmerkið hevur Ari Hansen í 9. flokki av Toftum gjørt. Tann síðsta dagin fingu luttakararnir eisini hvør sína hettutroyggju við búmerkjum á. Tað var KT-fyritøkan Formula, sum vildi stuðla skeiðinum, og hevði játtað at rinda fyri hettutroyggjurnar.

Code Zone heldur fram
Tá fyriskipararnir høvdu eftirmetingarfund vóru teir á einum máli um, at hetta var eitt sera gott og kærkomið tilboð til børn og ung við áhuga fyri forritan. Sjálvt skeiðið var eisini væl eydnað. Undirvísararnir hava gjørt sær nakrar royndir, sum teir fegnir vildu byggja víðari á. Teir hildu eisini, at tað var nokkso endaleyst bara at sleppa luttakarunum nú. Tí hava teir avgjørt í fyrstu atløgu at bjóða teimum, sum frammanundan hava luttikið, at halda fram í nakrar vikur fram til páskar.

Nýtt byrjanarskeið í heyst
Av tí at bæði undirvísarar og luttakarar eru so eldhugað, so hevur Bókasavnið við Løkin avgjørt at arbeiða fram ímóti at bjóða nýtt byrjanarskeið út í september. So tey, sum ikki sluppu við hesuferð, fáa væntandi møguleikan eftir summarfrítíðina. Bókasavnið kunnar um sítt virksemi á heimasíðuni www.lokin.fo

EksternLeinkja2: http://www.lokin.fo