HEIM
24.01.2013

Fornminnisfelag stovnað á Skála

Mánakvøldið var innkallað til stovnandi aðalfund í Skála skúla. Endamálið við fundinum var at kunna bygdafólkið á Skála og Skálafirði um ætlanina at stovna eitt fornminnisfelag, og finna út av um uppbakningur var fyri hesum. Og ikki kann sigast annað, enn at áhugin var stórur og uppmøtingin var sera góð.

Andrass Hansen bjóðaði vælkomin og Tummas Mikael Jacobsen greiddi frá ætlanunum við felagnum. Magnus Rasmussen, borgarstjóri, greiddi í stuttum frá arbeiðnum í øðrum fornminnisfeløgum í kommununi og Maria Jacobsen greiddi frá, hvussu tilgongdin var í samband við tá fornmnnisfelagið Forni varð stovnað í 1986.

Bárður Kass Nielsen, býráðslimur, sum eisini var orðstýrari á fundinum, skjeyt síðan hesi fólkini upp at manna nevndina: Tummas Mikael Jacobsen, Nicolina Mikkelsen, Arnfríður Jacobsen, Arnfríð Thomsen og Petur Poulsen. Nevndin varð einmælt samtykt, og uml. 70 fólk nýttu høvið at tekna seg sum lim í nýstovnaða felagnum hetta kvøldið.

Kommunan ynskir felagnum góða eydnu og blíðan byrð við arbeiðnum.