HEIM
16.03.2009

Fornminnisfelag er stovnað í Funningi

Fornminnisfelagið fer at varðveita Ølvustovu í Funningi. Endamálið hjá felagnum er at varðveita gomlu húsini, Ølvustovu. Kommunan keypti húsini fyri nøkrum árum síðani, og Fornminnisfelagið ætlar í samstarvi við kommununa, sum nú er Runavíkar kommuna, at fáa sett húsini í stand.

Umboð fyri Fornminnissavnið hava verið og hugt at húsunum, og mett verður, at tað fer at kosta einar 400.000 kr., at fáa húsini í nøkulunda stand, so tey ikki farast verri. Funningur er søgulig bygd, og søgnin sigur, at Grímur Kamban steig fótin á land í Funningi, og settist niður har.

Tey, sum manna nevndina í Funnings Fornminnisfelag eru, eru Sámal Petersen, Petur Dahl, Alis Jacobsen, Johild Kamban og Jógvan Joensen Højsted.