HEIM
04.03.2013

Forni aðalfund

Í 1986 vóru stig tikin til at skipa eitt bygdasavn í Runavíkar kommunu. Sethúsini hjá Niels Paula og Ingu í Heimistovu á Glyvrum vóru keypt til endamálið, og síðani hevur Bygdasavnið Forni verið eitt sera virkið felag. Maria Jacobsen, á Langanesi, hevur verið sál og leiðari á savninum øll árini við góðari hjálp frá Karini Kastalag. Tað var Sjúrður Joensen, úr Hoygarðinum við Gjógv, sum í sínari tíð kom við uppskotinum um at rópa felagið fyri Forni. Hann var kennari við Glyvra skúla og búði á Glyvrum.

Umframt at vera eitt vanligt savn, hevur felagið í minsta lagi lagt seg eftir at seta upp eina nýggja framsýning, hvørja ferð mentanarvika verður hildin í kommununi. Í løtuni hongur uppi ein framsýning um stóra útgerðarvirkið hjá D.P. Højgaard-felagnum. Eisini gevur felagið út hitt gitna ritið Keraldið eina ferð um árið. Tíðarritið hevur fingið sera góða undirtøku ímillum fólk, og er eitt sera týðandi átak fyri at dokmentera søguni í økinum, sum savnið er partur av.

Lutir vera javnt og samt lætnir savninum, og tað er ikki at liggja omaná, at umstøðurnar eru vorðnar í so trongar, til tess at tey vitjandi kunnu síggja tað, sum savnið hevur í varðveistlu frá fólki.

Á aðalfundinum leygardagin 2. mars var nýggj nevnd vald. Jónsvein Knudsen, sáli, var í mong ár nevndarlimur og dyggur í átakinum at menna savnið. Sámal Petur í Grund var eftir egnari umbøn loystur frá nevndararbeiðinum, nú hann er fluttur úr kommununi. Nevndin sum nú stjórnar felagnum eru Maria Jacobsen, formaður, Karin Kastalag, Jørleif T. Hansen í Heimistovu og Tórjørn Jacobsen, valdur av Runavíkar býráði, øll av Glyvrum og Janus Jensen av Toftum og Dánjal Poulsen av Skipanesi.

Dánjal er ikki við á myndini, sum er tikin stutt eftir at aðalfundurin var lokin. Frá vinstru síggja vit Jørleif, Janus, Mariu, Tórbjørn og Karin.