HEIM
23.03.2016

Forkunnug vitjan úr Uummannaq

Runavíkar kommuna hevur í dag havt vitjan av barnaheiminum í Uummannaq, har Ann Andreasen er leiðari. Uummannaq er vinarbýur hjá Runavík, og júst dagsins gestir hava verið raskir at vitja okkum.

Børnini eru ómetaliga dugnalig at framføra. Sangur, tónleikur, við tilhoyrandi dansiframførslum, væl stuðlaðum av serligum grønlendskum trummur, er ein heilt serlig at uppliving at fáa. Niðanfyri eru nakrar stemningsmyndir.

IMG_0893

IMG_0895

IMG_0903

IMG_0913

IMG_0901

Ann Andreasen er dagligur leiðari á barnaheiminum í Uummannaq