HEIM
21.05.2013

Forkunnug framløga av yrkingasavni

Hóskvøldið klokkan hálvgum átta verður forkunnugt yrkingasavn lagt fram á Bókasavninum við Løkin í Runavík.

Tað er lambamaðurin, Edmund W Joensen, sum hevur latið úr hondum eitt savn av yrkingum. Forkunnugt er tað, tí einki tílíkt er komið út um hesar leiðir í nýggjari tíð. Á skránni fyri framløguna eru heilsanir, ummæli, sangur og upplestur av yrkingum úr savninum. Eftir framløguna verða kaffi, te og køkur at fáa, meðan høvið verður at keypa sær eitt eintak og fáa yrkjaran at skriva eina heilsan í bókina.

Yrkingasavnið kostar 135 krónur, men hetta kvøldið verður høvið at ognað sær eitt signerað eintak fyri einans 100 krónur.

Edmund er føddur á Dalavegnum í Havn í 1961 og vaks upp á Noregsvegi.
Hann hevur roynt mangt og hvat. Til dømis góðskueftirlitsmaður, deildarleiðari í møblasølu, framleiðsluleiðari við rækjutrolarum.
Í 1995 flutti hann við familju niður og búði í Esbjerg, meðan hann gekk á lærarskúla í Ribe.
Síðan 1999 hevur hann verið lærari í Fuglafjarðar skúla.
Edmund hevur altíð yrkt, men lítilætni hevur havt við sær, at tað mesta er beint burtur so hvørt.
Fyri fáum árum síðan tók hann kortini mót til sín og vísti vinfólki onkrar av yrkingunum.
Talan er um savn, ið umboðar væl fjølbroytni hansara. Her eru vónríkar, romantiskar og vakrar yrkingar, men eisini onkrar atfinningarsamar og meira daprar ímillum. Eisini eru bæði púra vanligar siðbundnar yrkingar og onkur meira nýmónans óreglulig.
Væl stuðlaður og eggjaður av familju, vinfólki og einhvørjari dís hevur hann nú dittað sær at geva út hetta savn av yrkingum.

Framløgan verður hóskvøldið 23. mai kl. 19.30 á bókasavninum við Løkin í Runavík.
Hetta stendur at lesa á heimasíðuni hjá bókasavninum á www.lokin.fo

EksternLeinkja1: http://www.lokin.fo