HEIM
10.10.2019

Forkunnug amerikansk vitjan

Fyrrapartin fekk Runavíkar havn forkunnuga vitjan. Tað hevur í eina tíð ligið á ljóði, at destroyarin hjá US NAVY, USS Donald Cook, skuldi vitja í Føroyum í hesum mánaðinum. Tað eru ivaleyst fleiri orsøkir til vitjanina, men helst er ein høvuðsgrundin politiski leikurin um Arktis. Runavíkar kommuna og havn hildu tað vera sjálvsagt, at herskipið kom inn á Skálafjørðin at vitja, og við tí í huga, at fjørðurin var ein meginstøð hjá bretska herskipaflotanum undir seinra veraldarbardaga, nevndur ”the little Scapa Flow”, sum søldfirðingurin í Skotlandi, Sofus Poulsen, tók til, og harvið ein skansi hjá sameindu stríðsmegini. Amerikumenn og hjálparfólk teirra í Føryum tóku av innbjóðingini og vit heilsa USS Donald Cook vælkomnum, nú hann liggur við bryggju.

Skipið er annars 22 ára gamalt, 154 metrar langt, 300 fólk eru mynstrað umborð, ein kvinna er ovasti ella skipari, tað hevur eina hestamegi á 100 túsund og er sum destroyari fyri tað mesta smíðað til at gera enda á fremmandum rakettum. M.a. var hesin destroyarin við í stríðnum um Krim hálvoynna í 2014, stutt eftir at Russland tók Krim frá Ukreina. Vitjanin í hesum døgum er ikki hernaðarlig, men hon staðfestir, at Føroyar eru partar av leikinum um Arktis, har fleiri stórar tjóðir, m.a. USA, Russland og Kina, hava lagt fram síni áhugamál og ætlanir.