HEIM
05.01.2018

Foreldragjøld

Beint eftir at Føroya Pedagogfelag boðaði frá, at leiðararnir á dagstovnum og frítíðarskúlum vóru farnir í verkfall, og eftir at KAF – arbeiðsgevarafelagið hjá kommununum – lýsti verkbann á økinum, boðaði Runavíkar kommuna frá, at foreldur at børnum, sum ikki fingu ansing og tilboð, ta tíðina stígur var í millum partarnar, fóru at fáa gjaldið aftur fyri ta tíðina, hesi tilboð ikki høvdu staðið teimum í boði.

Hendan fráboðanin verður hildin. Treytaleyst.

Skipanin er annars samanskrúvað soleiðis, at foreldragjøldini verða goldin fyrst í hvørjum mánaði, gjaldingin liggur inni í sjálvvirkandi skipan, og rættað verður bara fyri einstakar broytingar mánað fyri mánað. Hesi gjøldini eru goldin fyri desember 2017 og januar 2018.

Harvið hava foreldur í Runavíkar kommunu í seinastuni goldið fyri ansing og tilboð, á dagstovnum, í frítíðarskúlum og forskúlum, fyri eina tænastu, sum tey ikki hava fingið. Verfallið/verkbannið er ein orsøkin og hartil er sjálvirkandi gjaldskipanin viðvíkjandi foreldragjøldum ein onnur.

Nú veit ongin hvussu drúgv hendan stríðsstøðan á arbeiðsmarknaðinum verður, men undir øllum umstøðum verða ongi foreldragjøld flutt sjálvvirkandi fyrst í februar mánaði, uttan at faktuellar reguleringar verða gjørdar fyri mista tænastu hjá foreldrunum í desember og januar mánaði. Verður stríðsstøðan drúgvari enn januar mánaði røkkur fram í tíð, verður gjaldskipanin við foreldragjøldum steðgað, haðartil støðan aftur er vorðin vanlig á dagstovnum, í frítíðarskúlum og í forskúlum okkara.

Ongin orsøk er til, at foreldrini snúgva sær til kommununa hesum viðvíkjandi, táið Roknskapardeildin í Ráðhúsinum broytir sjálvvirkandi flytingarnar soleiðis, at alt verður rættað uppaftur, og foreldrini fáa peningin aftur, sum teimum tilkemur av røttum.

Samanumtikið verða foreldur fíggjarliga kompenserað fult og heilt fyri kommunala tænastumissin, sum tey sjálvvirkandi hava goldið fyri, meðan støðan hevur verið óvanlig á arbeiðsmarknaðinum - orsaka av verkfalli og verkbanni.