HEIM
22.01.2018

Foreldragjøld 2

Samstundis sum verkfall og verkbann vórðu fráboðað í desember mánaði, boðaði Runavíkar kommuna frá, at gjøldini fyri mista tænastu á ansingarstovnum hennara í hesi undantaksstøðu skuldu endurrindast foreldrunum.

Runavíkar kommuna hevur nú tikið avgerð um at bøta um miss foreldranna á henda hátt:

Á dagstovnum og frítíðarskúlum, har børnini ikki vóru ansað í júst ein mánað, verður javningin framd á tann hátt, at onki ansingargjald verður kravt inn fyri februar mánað 2018.

Viðvíkjandi forskúlanum ”Brúgvin” á Glyvrum lækkar foreldragjaldið við einum fjórðingi – 25%´um – í februar mánað 2018. Hetta kemst av, at ansing bert var annan hvønn dag í ein hálvan mánað.

Viðvíkjandi forskúlanum á Skála lækkar gjaldið við 60 krónum í februar mánað, hetta er fyri miss av ansing áðrenn kl. 8 á morgni.

Foreldur, sum eiga børn í Dagrøktini, og hava mist einstakar ansingardagar, fáa endurgjald samsvarandi missinum.

Við hesum fáa foreldur í Runavíkar kommunu fult endurgjald fyri tænastumissin, soleiðis sum fráboðað, orsakaður av arbeiðssteðginum á dagstovnaøkinum.