HEIM
15.07.2007

FÓLKATÓNLEIKASTEVNAN 2007

Fólkatónleikastevnan varð fyrstu ferð hildin í 1984. Í ár verður stevnan hildin í døgunum 15-23 juli kring landið.
Í 2007 fevnir skráin um konsertir og dansikvøld við Gjógv, í Hósvík, Kirkju, Hattarvík, Runavík, Mykinesi og í Havn. Eisini er samstarv við G!-festivalin, so at nakrir bólkar úr fólkatónleikastevnuni eisini spæla har.

Í samband við Fólkatónleikastevnuna, og Laksa - og Sølutorgið í Runavík, spælir Kvonn á torginum leygardagin kl 11.30 & kl 15.30.