HEIM
15.05.2019

Fólkatingsval 5. juni 2019

Fólkatingsval er lýst at verða hósdagin 5. juni 2019.

Atkvøðugreiðslan fer fram á vanligu valstøðunum í Runavíkar kommunu og byrjar kl. 09.00 fyrrapart  og heldur fram til kl.20.00 – ella so leingi veljarar møta uttan steðg.

 

Brævatkvøður

Veljarar í Runavíkar kommunu, ið sambært vallógini lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu atkvøða á býráðsskrivstovuni í avgreiðslutíðini til og við 3. juni 2019.

Tey, ið vegna sjúku ikki eru før fyri at koma á valstaðið, kunnu boða kommunuskrivstovuni frá á tlf. 417000 í seinasta lagi 03. juni  2019 kl. 12.00.

 

Valkort

Við hesum verður gjørt kunnugt, at til fólkatingsvalið, ið skal fara fram 5. juni 2019, verða valkort send øllum veljarum í kommununi.

Um onkur, ið heldur seg hava atkvøðurætt, ikki hevur fingið valkort, ella okkurt annað er komið skeivt fyri, skal verða sagt býráðsskrivstovuni ( tlf. 417000) frá í seinasta lagi 03. juni 2019.

 

Saltangará, 15. mai 2019

Runavíkar býráð.