HEIM
12.09.2017

Fólkatingsmenn á vitjan

Eitt lið av tingmonnum av Danatingi vitja í Føroyum í hesum døgum. Tey eru Liselotte Blixt (DF), Karin Gaardsted (S), Jan Johansen (S), Josephine Fock (ALT), Jacob Mark (SF), Mette Abildgaard (KF) og Søren Gade (V). Afturat tingmonnunum í fylginum, at hjálpa teimum, hava verið Søren Thomsen úr fyrisiting fólkatingsins, og tey bæði Lene Moyell Johansen, ríkisumboðsmaður í Føroyum og skrivstovuleiðarin á Ríkisumboðnum John Johannessen.

Ídag hava tey vitjað Runavíkar kommunu. Morgunin byrjaði við morgunmati í býráðssalinum, har borgarstjórin greiddi teimum frá teimum ymsu viðurskiftunum í kommununi. Eftir tað fór ferðaliðið inn á Bakkafrost, har Kári Egholm Jacobsen, virkisleiðari, greiddi frá samtakinum, í nýggja fyrisitingarbygninginum á Glyvrum. Eisini fingu vit høvi til at síggja framleiðsluna og brunnbátin Hans á Bakka.

Eftir tað vitjaði ferðaliðið Skúlan við Løkin og ítróttardepilin, við Bylgjuni á odda, og har tóku Durita Joensen, skúlastjóri, Ingvard Lamhauge, varaskúlastjóri og Bárður Højgaard, samskipari, ímóti okkum og greiddu frá tí sum fyriferst í hesum høpinum til dagligt.

Eftir tað varð farið ein spákingartúr út á Toftavatn fyri at njóta friðsæluna og fuglalívið í hesum serliga vakra natúruumhvørvi.

Eftir ein góðan døgverða frá Lenu Egholm og Jákupi Hansen uppi á Gørðum í Søldarfirði fór vitjandi ferðalagið suðuryvir aftur. Í kvøld liggur leiðin, sum skilst, til Suðuroyar.