HEIM
09.10.2015

Fólkatalið setir met í Runavíkar kommunu

Fólkatalið í Runavíkar kommunu hevur nú rundað tey 3.900, og er hetta fyrstu ferð, at fólkatalið er so høgt.
Fólkatalið seinastu tíggju árini hevur sveiggjað millum 3.700 og 3.800, men serliga seinastu tvey árini er fólkatalið økt nógv. Bara higartil í ár er fólkatalið økt við 100 íbúgvum.
Ein av orsøkunum til fólkavøksturin er, at fólk flyta til kommununa og stórur partur av hesum eru barnafamiljur. Hetta sæst væl aftur t.d. í barnaansingini og skúlunum.
Hesa góðu gongd gleðast vit sjálvsagt sera nógv um og vóna, at hon heldur fram.