HEIM
31.08.2010

Fólkaheilsurenningin 2010

Árliga fólkaheilsurenningin verður kring landið í vikuskiftinum. Endamálið við fólkaheilsurenningini er at fáa fólk at røra seg meira í gerandisdegnum og at hugsa um heilsuna.

Lagt verður til brots við fólkaheilsurenningini fríggjakvøldið 3. september í Runavík. Leygardagin 4. verður runnið í Klaksvík, á Sandi, í Miðvági og á Tvøroyri og sunnudagin 5. september verður Fólkaheilsurenningin í Havn.
Hetta er 7. árið á rað at skipað verður fyri árligu Fólkaheilsurenningini. Undirtøkan undanfarnu árini hevur verið sera góð. Seinastu árini hava fleiri enn 4.000 fólk við, og fyriskipararnir vóna, at undirtøkan verður minst líka góð í ár.

Eg gleðist um, at rákið við at renna, ganga ella bara røra seg, vindur upp á seg um alt landið, sigur Aksel Johannesen, landsstýrismaður, í viðmerking og leggur aftrat:

Við at skipa fyri fólkaheilsurenning, ynskja vit at gera vart við týdningin av at liva sunt. Vit hava øll gott av at røra okkum eitt sindur, og tí vóni eg at síggja nógv fólk til renningina".

Fólkaheilsurenningin er fyri øll. Endamálið við fólkaheilsurenningini er ikki at kappast, men at geva øllum – yngri sum eldri – eitt gott og hugnaligt høvi at røra seg. Tað er sjálvsagt púrasta upp til tey luttakandi, um tey renna, ganga ella grulva teinin. Tað sum ræður um er at vera við.

Skrá Runavík:
kl. 17.00-17.45 Avheinta startnummar
kl. 17.00-17.45 Tilmelding
kl. 17.45 Felags upphiting við YNDI Fitness
kl. 17.55 Aksel Johannessen, landstýrismaður, sigur nøkur orð
kl. 18.00 Startur uttanfyri Ítróttarhøllina
kl. 19.00 Lutakastið verður kunngjørt

Tilmelding er á www.renn.fo og á staðnum frá kl. 17.