HEIM
03.09.2009

Fólkaheilsurenning í Runavík 4. september 2009

Fólkaheilsurenningin í Runavík er fríggjadagin 4. september. Tilmelding í Ítróttarhøllini frá kl. 17, runnið verður kl. 18. Runnið verður frá Ítróttarhøllini og yvireftir Mýrunum. Teinarnir eru 2 km og 5 km. Fólk gera sjálv av, hvussu langt tey renna. 2 km teinurin er frá høllini yvir til vendiplássið á Mýrunum og aftur. 5 km er frá høllini yvir á Rituvíksháls og aftur. Beint undan startinum verður upphiting. Og tá komið er á mál, er frukt og okkurt drekkandi at fáa. Lutakast er millum luttakararnar um vinningar. Tilmelding fer fram á http://www.renn.fo/ ella á staðnum.