HEIM
27.08.2009

Fólkaheilsurenning 2009

Árliga fólkaheilsurenningin verður 4., 5. og 6. september. Endamálið við fólkaheilsurenningini er at fáa fólk at røra seg meira í gerandisdegnum og at hugsa um heilsuna, sigur Aksel Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.

Lagt verður til brots við fólkaheilsurenningini fríggjakvøldið 4. september kl. 18:00 í Runavík. Leygardagin 5. september kl. 14:00 verður fólkaheilsurenning í Klaksvík og á Sandi og kl. 15:00 í Miðvági. Sunnudagin 6. september kl. 13:00 verður fólkaheilsurenningin í Havn og kl. 14:00 í Vági.

Hetta er 6. árið at skipað verður fyri árligu fólkaheilsurenningini. Undirtøkan undanfarnu árini hevur verið sera góð. Í fjør vóru fleiri enn 4.000 fólk við í fólkaheilsurenningini, og fyriskipararnir vóna, at undirtøkan verður minst líka góð í ár, sum hini árini.

Tilmelding til fólkaheilsurenningina fer fram til leygardagin á www.renn.fo. Í Havn er eisini møguleiki fyri at melda seg til á Torginum í SMS frá hósdegnum.

Í Klaksvík, Runavík, Miðvági og á Sandi skulu startnummur avheintast ein tíma áðrenn startin.
Í Havn skal startnummar avheintast á Torginum í SMS áðrenn leygardagin kl. 16.00 ella sunnudagin millum kl. 9:00 -11:00. Startnummar verður ikki brúkt til fólkaheilurenningina í Suðuroynni.

Rennivestar eru til tey fyrstu 1.500 vaksnu kring landið, sum avheinta startnummar. Í Suðuroynni eru rennivestar til tey fyrstu 200, sum melda til.

Luttøkugjaldið fyri børn (0-14 ár) er 20 kr. og fyri vaksin (15 ár og eldri) 50 kr.