HEIM
18.12.2013

Fólkafundurin í 2014 verður í Runavík

Fólkafundurin varð á øðrum sinni hildin í Klaksvík í september í ár, og han varð væl vitjaður. Umleið 1800 fólk valdu at vitja og lurta eftir teimum 33 luttakandi feløgum og tiltøkunum hesi skipaðu fyri.

Tí er tað við gleði at kunngjørt verður, at Fólkafundurin í 2014 verður í nýggju stásiligu tvíhøllini við Løkin í Runavík, tann 19. og 20. september 2014. Runavíkar kommuna er sera spent uppá at vera vertur fyri Fólkafundinum komandi ár, og ynskir tí at bjóða øllum gestunum hjartaliga vælkomnum til Fólkafundin 2014.

Fólkafundurin er framhaldandi í menning og til Fólkafundin 2014 eru ætlanir um at gera enn meira burturúr, soleiðis at fólkið upplivir, at frástøðan til mynduleikar og feløg styttist enn meira, umframt at feløg, stovnar og politikiskir flokkar fáa enn betri møguleikar at fáa sín boðskap út til fólkið.

Fólkafundurin ynskir at takka øllum vitjandi, feløgum, fjølmiðlum, flokkum, stovnum og ikki minst Klaksvíkar kommunu fyri ein avbera góðan Fólkafund í Klaksvík fyrr í ár.