HEIM
08.01.2019

Fólkaatkvøða í Skálafirði/Skálabotni á Grækarismessu

Fólkaatkvøðan verður hildin í skúlanum í Skálafirði/Skálabotni á Grækarismessu – hin 12. mars 2019 – og valhølið er opið frá kl. 10 til kl. 20 ella soleingi veljarar eru í valhølunum eftir hetta.

Rætt at taka lut í atkvøðuni hava øll, staðsett í bygdini, sum valdagin lúka treytirnar um valrætt til býráðsval sambært § 1 í kommunuvallógini og eru á vallista til býráðsval. Á atkvøðuseðlinum eru bert tvinnir møguleikar og bara annar skal veljast, annaðhvørt Skálafjørður ella Skálabotnur.

Atkvøðugreiðslan fer fram skrivliga á atkvøðuseðlum, sum Runavíkar kommuna útvegar. Á atkvøðuseðlinum vera prentað atkvøðudagur, - ár. Á atkvøðuseðlinum verða veljararnir spurdir:

                        Skal bygdin eita Skálafjørður?

                        Skal bygdin eita Skálabotnur?

Aftanfyri hvønn av spurningunum verður ein kassi, har veljarin kann seta kross. Atkvøðuseðilin skal kunna verða lagdur saman.

Runavíkar kommuna skal fýra – 4 - vikur frammanundan fólkaatkvøðuna leggja vallistarnar fram til alment eftirlit í eina viku við høvi til kæru. Viðvíkjandi vallistunum, leiðslu av atkvøðugreiðsluni, útvegan av hølum og atkvøðukassum o.ø. galda reglurnar í løgtingslóg um val til allar føroyskar kommunur annars tilsvarandi, við teimum broytingum, sum neyðugar eru.

Veljarar skulu møta persónliga, samanber tó § 6 um brævatkvøður. Atkvøtt verður soleiðis, at tann, sum velur at navnið á bygdini skal verða Skálafjørður, setur ein kross útfyri hesum møguleikanum, og tann sum velur, at navnið á bygdini skal verða Skálabotnur, setur ein kross útfyri hesum møguleikanum. Bara annar møguleikin kann veljast. Verður hendan mannagongd ikki fylgd, tekur valstýrið støðu til, um viðkomandi atkvøða er gildug ella ikki.

Atkvøtt kann eisini vera við brævi. Runavíkar kommuna útvegar neyðugar atkvøðuseðlar, sbr. § 3, fylgiskjøl og brævbjálvar til atkvøðugreiðsluna. Atkvøðast kann við brævi frá 20. januar 2019 at rokna, til og við dagin fyri fólkaatkvøðuna, og brævatkvøðan skal vera komin fram til valstaðið áðrenn atkvøðugreiðslan byrjar. Atkvøðuseðlar og brævbjálvar fáast í Ráðhúsinum hjá Runavíkar kommunu á Heiðavegi 26 í Saltangará og skulu vera Runavíkar kommunu í hendi aftur dagin fyri valdagin, t.v.s. hin 11. mars 2019.

Beinanvegin eftir at atkvøðugreiðslan er liðug, telur valstýrið atkvøðurnar upp. Uppteljingin er almenn. Er ivi um gildi av einum atkvøðuseðli, verður hesin lagdur til viks fyribils. Tá allir atkvøðuseðlarnir eru taldir upp, tekur valstýrið støðu, um teir ivasomu atkvøðuseðlarnir skulu verða roknaðir sum gildugir ella ikki. Úrslitið verður ført í valbókina, og verður fráboðan skjótast gjørligt send borgarstjóranum í Runavíkar kommunu, sum fráboðað er undan fólkaatkvøðuni. Úrslitið skal eisini kunngerast teimum hjástøddu.

Endalig uppgerð av fólkaatkvøðuni verður gjørd av valstýrinum annaðhvørt sama dag, sum atkvøðuteljingin fer fram, ella í seinasta lagi dagin eftir. Formaðurin í valstýrinum sendir síðani borgarstjóranum í Runavíkar kommunu úrslitið saman við útskrift av valbókini váttað av honum.

Ein atkvøðuseðil ella brævatkvøðuseðil er ógildugur, um so er at:

  • atkvøðan er blonk
  • atkvøðan ikki er krossað sambært § 5
  • tað kann hugsast, at atkvøðuseðilin ikki er útflýggjaður á atkvøðustaðnum
  • tað kann hugsast, at atkvøðuseðilin ikki er útvegaður av Runavíkar kommunu
  • ein brævbjálvi við brævatkvøðu inniheldur annað enn ein atkvøðuseðil, ella
  • tað á atkvøðuseðilin er skrivað annað enn ein krossur ella um atkvøðuseðlinum við vilja er givið slíkt eyðkenni, at tað sæst, hvør ið atkvøtt hevur.

Verður ein atkvøðuseðil vrakaður, skal grundin til hetta verða førd í valbókina.

Atkvøðutilfarið verður goymt av Runavíkar kommunu hagartil málsgongdin í høpinum er liðug, og bygdin hevur fingið sítt endaliga navn – ásett av Staðarnavnanevndini.

Ein og hvør veljari kann kæra um fólkaatkvøðuna. Kærurnar, sum skulu vera skrivligar, kunnu stílast til Runavíkar kommunu og skulu vera býráðnum í hendi í seinasta lagi 8 dagar eftir, at atkvøðugreiðslan er gjørd endaliga upp. Møgulig mótmæli og kærur verða viðgjørd á fyrsta býráðsfundinum eftir at fólkaatkvøðan hevur verið hildin.

Við hesum verður fráðboðað, at fólkaatkvøða verður í Skálafirði/Skálabotni, um bygdarnavnið, á Grækarismessu 2019.

Runavíkar kommuna, 08. januar 2019

Tórbjørn Jacobsen,
borgarstjóri