HEIM
25.05.2009

Fólkaatkvøðu viðvíkjandi “ændring af tronfølgeloven” tann 7. Juni 2009

Brævatkvøður:
Veljarar í Runavíkar kommunu, ið sambært vallógina lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu atkvøða á býráðsskrivstovuni í avgreiðslutíðini til og við 5. Juni 2009.
Tey, ið vegna sjúku ikki eru før fyri at koma á valstaðin, kunnu boða kommunuskrivstovuni frá á tlf. 417000 í seinasta lagi 4. juni 2009 kl. 16.00.
Grundlógardagin 5. juni 2009 hevur býráðsskrivstovan opið frá kl. 9.00 til 11.00

Valkort:
Við hesum verður gjørt kunnugt, at til fólkaatkvøðuna viðvíkjandi "ændring af tronfølgeloven"
tann 7. Juni 2009, verða valkort send øllum veljarum í kommununi.
Um onkur, ið heldur seg hava atkvøðurætt, ikki hevur fingið valkort, ella okkurt annað er komið skeivt fyri, skal verða sagt býráðsskrivstovuni (tlf. 417000) frá í seinasta lagi 4. juni 2009.

Saltangará, 25. Mai 2009

Runavíkar býráð