HEIM
11.10.2016

FØROYSKA ROKKSØGAN FRAMFØRD Í LØKSHØLL

15. oktober kl. 20 verður Føroyska Rokksøgan framførd í Løkshøll. Talan er um eina søguliga konsert, har nøkur av okkara... fremstu tónleikanøvnum gjøgnum tíðirnar fara á pall saman við væl upplagda húsorkestrinum.

Í summar varð Føroyska Rokksøgan framførd í Reinsarínum til eina serstakliga væleydnaða konsert. Nú verður høvið at fáa hetta upplivilsi í Løkshøll 15. oktober.

Talan verður um eina søguliga tónleikaferð gjøgnum Føroysku Rokksøguna tey seinastu 60 árini. Tónleikarar frá øllum hesum tíðarskeiðnum fara at framføra. Hvørji nøvn talan er um, verður kunngjørt í næstum, men vit kunnu longu nú lova, at talan verður um sera forkunnugar framførslur.

Konsertin verður skipað sum ein sokallað teaturkonsert við upplestri og tónleiki, sum verður tvinnað saman til eina eind - ein ferð gjøgnum Føroysku Rokksøguna.

Eisini fara høvundarnir at innleiða tiltakið og hugleiða um Føroysku Rokksøguna.

Møguleiki verður eisini at keypa bókina Føroysku Rokksøgan fyri serprís, kr. 300,- og fáa hana signeraða. Vanligur prísur er kr. 398.-

Konsertin er frá kl. 20.00 og atgongumerki fáast á loksholl.fo og í Kunningarstovuni í Runavík.