HEIM
18.11.2017

Føroyar – Ísland, – talvlandsdystur í Løkshøll

Í vikuskiftinum, í dag og morgin kl. 14, verður afturvendandi vinarlandsdysturin móti Íslandi telvaður í Løkshøll í Runavík.

Á øðrum hvørjum ári verður dysturin leiktur í annaðhvørt í Íslandi og Føroyum, og í ár verður hann telvaður í Føroyum. Av tí at føroyska talvlandsliðið í løtuni telvar í kappingini fyri smálandatjóðir í Andorra, eru fleiri av okkara fremstu telvarum ikki viðí hesum dystinum. Fleiri av teimum næstu í røðini eru tó klárir at traðka til, so liðið er rímiliga væl mannað kortini.

Telvaðir verða tveir dystir, á 11 borðum. Báðir dystirnir byrja kl. 14, leygar- og sunnudagin, í Løkshøll. Øll eru vælkomin í Løkshøll at fylgja dystunum.

Liðini eru soleiðis mannaði:

Ísland:

1. IM Einar Hjalti Jensson 2372
2. FM Jón Kristinn Þorgeirsson 2319
3. FM Thröstur Árnason 2247
4. FM Sigurður Daði Sigfússon 2230
5. FM Áskell Örn Kárason 2249
6. Kristján Eðvarðsson 2192
7. Baldur A. Kristinsson 2184
8. Bragi Halldorsson 2103
9. Símon Þórhallsson 2059
10. Haraldur Haraldsson 2004
11. Sigurður Eiríksson 1911

Føroyar:

Leygardagin 18.11
1. FM Olaf Berg 2288
2. FM Martin Poulsen 2231
3. Sjúrður Thorsteinsson 2190
4. FM Hans Kristian Simonsen 2185
5. Torkil Nielsen 2135
6. Rani Nolsøe 2081
7. Terji Petersen 1984
8. Rógvi Mortensen 1941
9. Ingolf Gaard 1946
10. Margar Berg 1758
11. Jón S. Andreasen 1741

Sunnudagin 19.11
1. FM Olaf Berg 2288
2. FM Martin Poulsen 2231
3. Sjúrður Thorsteinsson 2190
4. FM Hans Kristian Simonsen 2185
5. Torkil Nielsen 2135
6. Torbjørn Thomsen 2089
7. Steintór Rasmussen 2061
8. Terji Petersen 1984
9. Rógvi Mortensen 1941
10. Jón S. Andreasen 1741
11. Rúni Jacobsen 1626