HEIM
25.04.2017

Føroyar eru eitt møguleikans land

Flaggdagsrøða, sum Páll á Reynatúgvu, løgtingformaður, flutti fram í Runavík, flaggdagin 2017.

Góðu Eysturoyingar, góðu Føroyingar!
 
Sveimandi yvir oyggjunum ein frálíkan várdag, leggja vit smátt um smátt merki til hvussu heppin vit føroyingar eru. 270.000 ferkilometrar at stúv stappaðum hjalli, væl krýndur við 18 framúr vøkrum og liviligum oyggjum. 

Júst sum nálirnar hesar spírandi várdagarnar, bretta oyggjarnar sær á, og bróta sær slóð móti ljósinum, við megi frá tí gróðrarríka botninum. Soleiðis eru Føroyar.

Gamaní, nógv býr millum vakurleikan og hjallin, tað vita vit væl, men vit vita eisini at  vakurleiki og føði, eru avgerandi grundarsteinar í lívinum. So hollir at vit leita eftir teimum til deyðin loysir av.

Okkara drúgva søga sum tjóð, byrjaði við at nøkur fólk, allarhelst av bretsku oyggjunum, settu búgv í míni heimbygd, á Sandi. Teinurin vit hava rógvið sum tjóð síðani 5. øld, hevur verið bæði langur og strangur. 

Ávirkanin hevur verið ymisk, átrúnaðarliga, vinnuliga og mentanarliga. Og hóast fáment, hava vit tvíhildið um at á grønu oyggjunum skal lív lagast. Tí eru vit her enn og vit fjølgast. Vit hava eisini bygt landið upp í felagsskapi, við áliti á tað sum Skaparin gav.

Søgan hevur lært okkum at tá skiftandi fyritøkur, bankar og persónar rísa og falla, stendur føroyska fólkasálin stinn, sum óvikandi bulurin og bergkletturin, ið tryggjar lív her á landi.

Á teirri longru tíðartromini eru vit øll rættiliga lík. Hava øll okkara veikleikar og styrkir. Tað er ómetaligt tíðarhav undan okkara føðing, og vónandi eins ómetaligt tíðarhav eftir okkara deyða.

Men á stuttu tíðartromini kunnu vit vera sera ymisk. Menniskjalig fáfongd gevur eisini summum høvi at hevja seg uttan at hava tað uppiborið, meðan onnur, nógvar av okkara gerandishetjum, ikki fáa tað rúm tær eiga.

Hesin veruleiki er kortini ikki serføroyskur. Tvørturímóti sær út til at altjóða samfelagið í nógvum førum setir illa við í løtuni.  
---
Á einum av okkara mongu ítróttarferðum við børnunum, mátti eg ein morgunin steðga á, á Skipanesi. Frammanfyri okkum lá Skálafjørðurin opin við øllum sínum vakurleika. Sólin sum royndi at berja sær geislarnar gjøgnum skýggini. Byrjandi guvanin upp av vaknandi fjørðinum. Her var liviligt og vakurt. Alt andaði  av møguleikum. Myndin stendur brend í minni enn.

Og tað er sjón fyri søgn. Tit sum her búleikast hava fingið góða gávu. Og tit brúka talentirnar. Neyvan nakað økið í landinum hevur skapt og uppliva so nógva framgongd og menning síðstu 40 árini, sum tit ið her búgva. Aling, trúðarlív, frálandavinna, ídnaður, ítróttur, fiskivinna, handil, og seinnu árini bæði sosialir og mentanarligir stovnar, sum fullgerða myndina. 

Serliga væl duga tit at lofta møguleikanum í tí smáa, og sum eygleiðari sær man at tit megna eisini væl leikin at unna grannanum væl. Tykist ikki sum øvundin hevur serliga góðan gróðrarbotn her um leiðir.

Men nú stendur nýtt siðaskifti fyri durum. Siglingarleiðin inn á fjørðin er farin, langi vegurin um Streymin fær ein kappingarneyta í nýggja Eysturoyartunlinum.

Júst sum føroyska samfelagið vera tit ávirkað, av tí ráki sum nertir menniskju ið koma saman. Sumt fer at kennast væl, annað verri. Men eitt er vist, at vóru fyritreytirnar góðar frammanundan, so eiga tær at gerast enn betri her, rundan um føroya størsta og besta fjørð.

Tað er stórur vandi í royndini at lýsa fólk, og uppaftur størri vandi í at lýsa tey sum eind, tí í gerandislívinum eru vit ymisk. 

Men skal eg vera púra erligur, so havi eg ongantíð skilt at eitt so virkið og strembandi fólk sum tit ið her búgva, í so stóran mun leggja sítt polittiska álit á trygdina í ríkisfelagsskapinum. Tit, sum dagliga leggja vala lunnar undir føroyska flaggið, sum vit í dag heiðra.

Eg havi onkuntíð skemta við sambandsfólkini á Tingi, um at tey vóru ímóti fyrstu vegagerðini í Føroyum við teirri grundgeving, at føroyski fóturin var ikki egnaður til at ganga á vegi. Hetta sýta tey í dag fyri er satt.

Men er tað ikki so at í søgunar bakspegli, hava vit lyndi at káva útyvir tær minni góðu avgerðirnar vit tóku á lívsleiðini? Víst er, summar avgerðir í lívinum, eru vit glaðari um enn aðrar.

Men her við Løkin kunnu vit spyrja, hevur flaggið so nakran týdning í dag? Og hevur tað at vera føroyingur nakran týdning í dag? Eru vit ikki øll bara heimsborgarar. Eru vit ikki øll bara leikarar á tí stóra liðnum?

Jú, gamaní, men líta vit aftureftir, so eru tað tær røttu avgerðirnar, sum eftir mínum tykki gera okkum til teir føroyingar vit eru í dag. Vit eru eitt framkomið fólk, og eitt framkomið fólk hevur ábyrgd móti umheiminum.

Vit hava egið mál. Egið flagg. Egið fiskimark. Egna vinnu. Egnan politikk. Og egna umbroytiliga mentan. Eftir mínum tykki er einki natúrligari, enn at vit eisini hava egið land. Okkara land.

Okkara viðurskifti við Danmark minna meg mest um hesi stóru veðurlombini um heystið, sum ikki hava lagt av at súgva. Ærnar verða syftar uppfrá, og vita ikki um tær eru keyptar ella seldar. Fyri onnur kennist tað eitt sindur skemtiligt, og kanska píniligt eisini.

Tí tað er okkara lutur at mynda og skapa hettar landið.  Og hondina á hjartað, mangan vakni eg um morgunin, og spyrji hvussu tað ber til at eg skuldi vera ein av teimum hepnu, sum er føddur her.

Tí lítið í kring. Hyggið fyri eystan. Hyggið fyri vestan. Og sigið mær so hvør eigur meira at gera gott við, og gagn av, enn vit føroyingar? Sum tey ungu siga. Tað koyrir bara! Kanska serliga her á Skálafjørðinum. Arbeiði er til hvørja vinnuføra hond og høvd. Og mong onnur við.

Samanbera vit okkum við mong onnur heimsins lond, so eru vit eitt paradís. Vit hava tað so trygt, og gott í Føroyum, at vit mangan ikki geva okkum far um júst hvussu gott vit hava tað.

Sjálvandi sveiggjar samfelagið. Vit búgva í og liva mitt í einum umbroytiligum kova, har førleikin at spæla saman við náttúruni er avgerandi fyri vælferðina.
---
Eru so eingir spurningar ella tættir, sum vert er at kjakast um? Jú so avgjørt. Tí øll hendan ovurhonds ferðin krevur at vit steðga á, av og á. Og kanska serliga tá ferðin er harðast. At vit hugsa og grunda um lívsins viðurskiftir. Spitarin er ikki altíð rætta tólið. Bæði bremsan og róðrið hava eyðsýndar dygdir eisini.

Sjálvur haldi eg at vit sum samfelag krevja og vanta ov nógv av okkara barnafamiljum. Vit rokna við at okkara ungu føroyingar skulu arbeiða fyri seg og síni, og eisini uppala fyrsta flokks samfelagsborgarar. Samstundis sum tey skulu rinda fyri hús í milliónaflokki. Eg skilji væl at familjubond kunnu slitna undir slíkum umstøðum, og at hjúnarskilnaðartølini ganga uppeftir.

Her er tørvur á at hugsa, og møguliga at saðla, av nýggjum. At hugsa uppalingina og familjutrivnaðin saman við arbeiðslívinum. Tí størsta uppgávan vit hava sum menniskju, er at seta væl við. At fáa børnini til vala fólk, upplýst og ábyrgdarfull móti øðrum, og sær sjálvum við.

Vit eru eisini tað fyrsta veruliga ættarliðið av føroyingum, sum letur síni børn uppala á stovni, heldur enn at uppala børnini sjálvi. Hvørji úrslit spyrjast burturúr tí? Mennir tað foreldrini til betri foreldur, børnini til betri børn, ella er tað bert eitt praktiskt samfelagsligt stig fyri at brúka arbeiðsmegina í landinum betri?

15 øldir av heimauppaling eru uppá stutta tíð, avloystar av nýggjum leisti. Eg haldi meg hoyra børn sum ljóða meira og lurta minni. Kortini skal eg ikki gera grundleggjandi niðurstøður, men spurningin eiga vit at royna at fáa svaraðan.

My home is my castle. Ella er tað, my castle is my home? ​Og hvussu seta vit búgv? Verandi fíggingarskipan og sethúsabygging er gomul og ógvuliga bindandi. 

Beinleiðis talað snýr tað seg um at fáa lønt starv, byggja og gjalda restina av lívinum, ella drúgvan part av tí. Kann tað ikki vera annarleiðis?
Kunnu vit ikki gera rúm fyri størri frælsi í gerandisdegnum, fyri meira av vinnuligum kreativiteti, spontaniteti og kensluni av at royna okkurt nýtt á egnum beinum? Noyðist so stórur partur av tøku inntøkuni hjá vanligum fólki at fara til tak yvir høvdið, og breyð á borðið í 2017?

Og hvussu við hesum nýggja? Við snildfonunum og teldlunum. Eru vit saman longur? Ella menna vit samskiftisamboð, sum í veruleikanum flyta okkum longri frá hvørjum øðrum? Kann tað hugsast at vit við nútímans tøknini gerast passiv og fremmandgjørd í mun til samfelagið, og harvið lata meira og meira vald uppí hendurnar á teimum, sum hava ríkiligt frammanundan?

Okkurt bendir á at so er. Sosialu miðlarnir rúnarbinda fólk, og kunnu til tíðir tykjast sum eftirgjørdar skrellispannir, har fólk oysa gor og gall út, uttan veruligar avleiðingar fyri tey sjálvi, og fyri tey sum vera hartaði. Uttan bindandi nærveruna. Uttan treytaða sambandið, sum kemur av at vera saman og virka saman.

Tá tað er sagt, so lat tað standa rimmarfast, at Føroyar eru eitt møguleikans land, har rúm væl og virðiliga er fyri okkum øllum, og nógvum afturat.

Men onkursvegna er ein andsøgn í at vit mennast á upplýsingarstigum sum menniskju, men samstundis binda okkum fastari í gerandisleinkjur.

Eg sakni ein føroyskan Think Tank, ein hugsunarbanka, sum ráðgevur føroyska samfelagnum um hvussu vit betri brúka møguleikarnar í einum samfelag sum okkara. Serliga tá um menniskjaligar førleikar ræður. Og í hesum góða hugsunarbanka, skal eisini vera pláss fyri ommum og abbum, og børnum við.
---
Uttan at vita av tí, leita vit eftir blágrøna litinum og fevnandi sjónarringinum. Borin við sjóvarstrond, hava vit ans fyri havsins týdningi frá barnsbeini av. Tí kemur tað ikki óvart á at flestu føroyingar, hava egna áskoðan á føroyska fiskivinnu og eisini hvussu vit best gera gagn burtur úr havsins tilfeingi. Vit eru havsins børn í orðsins rætta týdningi.
---
Aprílveðrið er umskiftiligt. Vit høvdu lambaspræn í gjár. Soleiðis eru Føroyar. Júst sum vit kenna tær. Við hjartanum dukandi undir Merkinum, og við kensluni av at vit eru Føroyingar. Tí í 15 øldir hevur hettar verið okkara land, og framvegis toyggja oyggjarnar seg upp úr blágrøna hjallinum. Móti ljósinum. Og móti tær og mær.
 
Takk fyri heiðurin, og takk fyri at tit lýddu á!