HEIM
28.03.2017

FM í talvi í Løkshøll á páskum

Um páskirnar verður skipað fyri FM í talvi 2017 fyri einstaklingar í Løkshøll. Telvað verður frá leygardegnum 8. apríl til leygardagin 15. apríl.

Telvað verða 9. umfør.

Teir hægst rataðu (Elo-tal verður brúkt) luttakararnir telva í Landsliðsbólkinum um Føroya Meistaraheitið í Talvi 2017.

Næstu telvararnir mynda 1. Bólk og Almenna bólkin. Unglingar telva um FM-heitið fyri unglingar.

Allir bólkar telva soleiðis:

Ley. 08. apríl kl. 14.00
Sun. 09. apríl kl. 14.00
Mán. 10. apríl kl. 17.00
Týs. 11. apríl kl. 17.00
Mik. 12. apríl kl. 10.00
Mik. 12. apríl kl. 17.00
Hós. 13. apríl kl. 14.00
Frí. 14. apríl kl. 14.00
Ley. 15. apríl kl. 11.00

Telvað verður í Løkshøll, og verða 30 talv víst beinleiðis hvønn dag.

Dómari verður IA Hans Hjalti Skaale.

Lesið meira um kappingina á heimasíðuni hjá Talvsambandi Føroya www.faroechess.com