HEIM
23.04.2015

FLÓTTAFÓLK OG FØROYAR – FYRILESTRAKVØLD

Flóttafólk eru ein stór og týdningarmikil avbjóðing í altjóða samfelagnum. UNHCR (United Nations High Commissioner for Refugees), sum er flóttafólkastovnurin hjá ST metir, at tað í dag eru áleið 11 milliónir flóttafólk runt um í heimum, sum hava tørv á hjálp.

Í hesum sambandi verður skipað fyri fyrilestrarrøð – mánakvøldið 27. apríl kl. 19:00-22:00 í Løkshøll í Runavík.

Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin.
Les meir um tiltakið á: http://tiljar.fo/blog8.php