HEIM
21.11.2017

Fleiri føroyingar stóðu stórmeistarum kurl

Grein: Jóannes Hansen/in.fo
Annað umfar í Runavík Open 2017 var ídag. Stinnastu føroysku telvararnir høvdu allir útlendskar stórmeistarar sum mótsstøðumenn.
Rógvi Egilstoft Nielsen (2340) tapti við svørtum ímóti GM Vadim Malakhatko (2540), sum leyp á, og so var ongantíð ivi um, hvør tað var, sum stóð betri í tí og fór at vinna.

Høgni Egilstoft Nielsen, John Rødgaard og Sjúrður Thorsteinsson megnaðu allir at telva javnt ímóti stórmeistarum.
FM Høgni Egilstoft Nielsen (2354) hevði hvítt ímóti GM Igor Khenkin (2552), og Høgni megnaði at halda javnt ímóti stórmeistaranum, sum hevur tvey hundrað fleiri styrkisstig.
Høgni Egilstoft Nielsen hevur tveir IM normar og skal hava ein aftrat fyri at verða IM. Hóast tað ikki verður tosað so nógv um tað í Løkshøll, so verður tað í føroysku leguni sjálvandi vónað, at tað skal eydnast Høgna í hesi vikuni at røkka tí málinum.

IM John Rødgaard (2332) hevði hvítt ímóti GM Mikhail Ulybin (2528), og javnleikurin hjá John Rødgaard er eins merkisverdur, sum tann hjá Høgna Egilstoft Nielsen.

Sjúrður Thorsteinsson (2190) hevði risa avbjóðing ímóti GM Stanislav Savchenko (2479). Hóast styrkistalið hjá ukreinska stórmeistaranum er næstan trý hundrað hægri, enn tað er hjá Sjúrði Thonrsteinsson, so megnaði Sjúrður við svørtum at telva javnt.

Eftir tvey umfør eru tað tíggju telvarar – sjey GM og tríggir IM – sum framvegis hava fulla úrtøku.
Einasti norðurlendingurin millum hesar tíggju er íslendingurin IM Guðmundur Kjartansson, sum í dag gjørdi skjótt av ímóti Rana í Bø, sum í fyrsta umfari vann eitt stig uttan at telva.

Teir við fullari úrtøku eru
GM Deep Sengupta (2587) India
GM Vadim Malahatko (2540) Belgia
GM Nikita Maiorov (2521) Hvítarussland
GM Xu Yinglun (2518) Kina
GM Srinath Narayanan (2517) India
GM Evgeny Gleizerov (2503) Russland
IM Sarin Nihal (2487) India
IM Yi Xu (2465) Kina
GM Tejas Bakre (2456) India
IM Guðmundur Kjartansson (2435) Ísland

Br.

Nr.

Navn

Rat

Pts.

Resultat

Pts.

Navn

Rat

Nr.

1

16

IM

Jensson Einar Hjalti

2372

1

0 - 1

1

GM

Sengupta Deep

2587

1

2

2

GM

Korneev Oleg

2553

1

½ - ½

1

FM

Bjerre Jonas

2354

17

3

18

FM

Nielsen Hogni Egilstoft

2354

1

½ - ½

1

GM

Khenkin Igor

2552

3

4

4

GM

Malakhatko Vadim

2540

1

1 - 0

1

FM

Nielsen Rogvi Egilstoft

2340

19

5

20

IM

Rodgaard John

2332

1

½ - ½

1

GM

Ulybin Mikhail

2528

5

6

6

GM

Maiorov Nikita

2521

1

1 - 0

1

Thorgeirsson Jon Kristinn

2319

21

7

22

FM

Stefansson Vignir Vatnar

2294

1

½ - ½

1

GM

Hamitevici Vladimir

2519

7

8

8

GM

Yinglun Xu

2518

1

1 - 0

1

FM

Olsen Filip Boe

2267

23

9

24

Thogersen Rasmus

2251

1

0 - 1

1

GM

Narayanan Srinath

2517

9

10

10

GM

Gleizerov Evgeny

2503

1

1 - 0

1

FM

Karason Askell O

2249

25

11

26

Edvardsson Kristjan

2192

1

0 - 1

1

IM

Nihal Sarin

2487

11

12

12

GM

Savchenko Stanislav

2479

1

½ - ½

1

Thorsteinsson Sjurdur

2190

27

13

28

FM

Simonsen Hans Kristian

2185

1

0 - 1

1

IM

Xu Yi

2465

13

14

14

GM

Bakre Tejas

2456

1

1 - 0

1

WIM

Steil-Antoni Fiona

2183

29

15

59

Bø Rani í

0

1

0 - 1

1

IM

Kjartansson Gudmundur

2435

15

16

30

Jonsson Gauti Pall

2125

0

1 - 0

0

Markensten Max

1647

44

17

46

Nielsen Jon I Horni

1630

0

½ - ½

0

Halldorsson Bragi

2103

31

18

32

Thorhallsson Simon

2059

0

1 - 0

0

Rowe Oliver

1639

45

19

48

Finnsson Eli W.

1610

0

0 - 1

0

Filip Horatiu-Cristian

2046

33

20

34

Haraldsson Haraldur

2004

0

1 - 0

0

Steil Raymond

1591

49

21

50

Jacobsen Runi

1548

0

0 - 1

0

Mortensen Rogvi

1941

35

22

36

Eiriksson Sigurdur

1911

0

0 - 1

0

Hansen Jogvan I.

1463

51

23

52

Morkore Rogvi

1341

0

0 - 1

0

Jacobsen Heidrikur T.

1904

37

24

38

Skaale Janus

1897

0

1 - 0

0

Nielsen Suni I Horni

1314

53

25

54

Tummasarson Flovin M.

1242

0

0 - 1

0

Berg Margar M.

1758

39

26

40

Fjallheim Leif Reinert

1747

0

1 - 0

0

Fjallheim Benjamin Reinert

1238

55

27

56

Thomassen Benjamin

1190

0

0 - 1

0

Pinheiro Diamant Jonatan

1743

41

28

42

Hojgaard Brandur

1728

0

1 - 0

0

Petersen Elias

1041

57

29

58

Jacobsen Markus

1029

0

0 - 1

0

Apol Luitjen Akselsson

1651

43

30

47

Fjallheim Elmar Reinert

1627

0

½

ikke parret