HEIM
25.04.2019

Flaggdagur er eisini filmsdagur á mentanarvikuni

Filmslistin verður sett á breddan á mentanarvikuni í Runavíkar kommunu hósdagin. Býráðið stuðlar nýggju stóru filmsverkætlanini hjá Andriasi Høgenni Talan er um ein spælifilm har upptøkurnar eftir ætlan byrja í Runavík í 2020.

Um kvøldið, frá kl. 19-21, verður filmstiltak í Løkshøll. Filmarnir "Ikki so illa meint", sum vann Geytavirðislønina 2019, og sum er valdur út til stóra filmsfestivalin í Cannes, og "Et knæk", vinnari av Geytavirðislønini í 2016, verða sýndir. Eisini verður prát millum Pætur M. Dahl og Andrias Høgenni um komandi spælifilmsverkætlanina. Filmsýningar og leikstjóraprát verða í Løkshøll.

Dagin eftir, Fríggjadagin kl. 13:00 hevur Andrias Høgenni skeið nevnt "Filmur og sjónleikarin" á ovaru hæddini á Visit Runavík. Skeiðið er fyri óroynd, kostar einans 100 kr. og verður meldað til á visit@runavik.fo.

Til ber at lesa meira um Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu á heimasíðuni visitrunavik.fo.