HEIM
24.04.2011

Flaggdagur 25.apríl

Flaggdagshaldið verður við skúlan við Løkin 25 apríl kl. 15.00 (um ikki viðrar, verður farið inn í Løkshøll)
Óla Jákup Joensen, varaskúlastjóri heldur røðu, Nes Sóknar Musikkfelag spælir og Skótarnir, Svanur, Tjaldur, NSÍ, Støkk, Kappróðrarfelagið NSÍ, Skála Ítróttafelag, Skála Róðrarfelag ganga skrúðgongu.
Til ber at fáa kaffi og vaflur frá skótunum inni í kantinuni aftaná tiltakið.
Skrúðgongan fer frá Bank Nordik kl. 14.45
Ítróttafólk og Skótar verða biðin um at møta 14.30 við Bank Nordik.