HEIM
25.04.2016

Flaggdagsrøða hjá Tótu Árnadóttir

Tað er mær ein heiður at fáa orðið her í dag, og eg fari fyrst at takka fyri álitið.

Í dag savnast fólk um alt landið til tess at heiðra flagg okkara. Allastaðni ljóðar flaggsangurin, har vit fagna litunum “reytt, blátt og hvítt” og spenna í við reglunum: “Har tú veittrar á báru, fjalli, bergi og ong, syngur tjóðin tær glaðasta song.”

Hans Andrias Djurhuus yrkti um eina tjóð og eitt flagg við einum ynski um at flaggið skuldi vísa tjóðini veg fram í ljósmála. Hetta var í 1920 fyri nærum 100 ár síðani. Ein sjón og ein vón. Tað, at vit framvegis syngja sangin, ber boð um, at vónin enn í dag kennist viðkomandi.

Sum barn elskaði eg flaggdagin. Onnur omma mín fylti henda dagin, og hóast hon varð fødd í 1911, væl undan bæði flaggsangi og flaggdegi, so unti hon tjóðini alt gott og hevði einki ímóti at deila dagin við Merkið. Eg minnist at ganga gjøgnum flaggskrýddan bý við hornorkestri og skrúðgongu og hugsa, at omma mín var heppin, at so nógv stás var gjørt burturúr hennara degi. Vit plagdu at keypa henni blómutyssi á Áarvegnum aftaná flaggsdagshaldið; reyðar og hvítar nellikarar og bláa mækju, um hon fekst.

Eg elskaði reytt, blátt og hvítt. Eg visti, at flaggið var eingin sjálvfylgja, og droymdi um tann dag tað fór at veittra viðurkent millum onnur tjóðarmerki.

Enn trúgvi eg fult og fast uppá, at tann dagurin fer at renna upp. Men tað gongur seigliga, tað má viðgangast. Tað verður helst nevnt í fleiri røðum í dag, hvussu sárt tað kennist, at Pál ikki kann svimja undir okkara egna Merki. Feskasta dømið, sum endurspeglar tann veruleika, at okkara flagg enn ikki telist sum “rættiligt flagg.”

Abbi mín, Hanus Debes Joensen, var bráður av lyndi og ótolin. Longu fyri kríggið yrkti hann ein spottandi sang um pinkulítla Føroyaland við sínum pinkulítla pyntuflaggi, sum var so fitt og snøgt at seta uppá eitt klaver, og sum kundi berast sum prýði í knappholinum, uttan at nakar meinti nakað serligt við tað. Hanusabbi legði einki í flaggdagin og skrúðgongur. Eg øtaðist, tá hann físti út millum tenninar, at vit kundu halda flaggdag, tá vit einaferð høvdu eitt flagg! “Men abbi, um vit ikki royna at vera góð við Merkið, hvør skal so virða tað?” royndi eg sum smágenta at muta ímóti. Tað standi eg enn við.

Men onkursvegna eri eg farin at skilja hann betur við árunum. Tað kennist særandi hvørja ferð vit verða mint á, at okkara merki mest bara er til heimabrúk. Nú ætla tey so at flagga við tí á bussunum í Keypmannahavn. Er tað tekin um virðing fyri flagginum ella bara enn eitt tekin um, at Merkið framvegis er eitt meinaleyst pyntiflagg? Spurningurin stendur opin, vit eru ikki samd um svarið.

Tað gongur kortini framá, um enn spakuliga. Eina ferð vildu nógvir føroyingar ikki sjálvir kennast við flaggið. Fleiri sóu Merkið sum eina óhóskandi provokatión. Undir krígnum, tá flaggið júst var vorðið viðurkent av bretskum myndugleikum, var hin abbi mín í Klaksvík ein av fyriskiparunum av fimleikarframsýning har norðuri. Ætlanin var at lata børnini hava eitt føroyskt flagg áseymað á búnarnar. Hetta varð illa upptikið av summum foreldrum, og nøkur sýttu fyri at lata síni børn bera Merkið. Summi bóru einki, onnur bóru Dannebrog. Abbi mín tók hetta fram viðhvørt sum dømi um, hvussu tíðir og hugburður kortini stigvíst broytast.

Tað kann tykjast sum ein andsøgn, at eitt átak fyri at savna tjóðina, eitt tjóðarflagg, soleiðis kundi skapa øsing og spjaðing í fyrstu atløgu. Tað, sum einaferð skapti øsing, varð kortini, sum frá leið, ein sjálvfylgja. Niðurstøðan er, at viðhvørt er tað helst neyðugt at gera okkurt, sum argar onkran, fyri at fáa broytt nakað sum helst. Vit tola at vera ósamd um sumt, eina tíð. Vit duga at virða hvønn annan fyri tað, tíbetur.

Hvat vit so annars kunnu vera ósamd um, so eru vit samd um at vera føroyingar, og flaggið eiga vit tí øll í felag. Merkið er ein ímynd, sum umfatar okkum, ið tilsamans duga at ímynda okkum sum eitt “vit”, sum føroyingar. Tjóðskaparkenslan er ein sterk kelda til sameining og sínámillum samhuga. Men skuggasíðan er, at í einum og hvørjum vælkendum og tryggum “vit” er eisini eitt “hini”, tey fremmandu og øðrvísi.

Tað er so fjálgt og hugnaligt at halda saman við teimum, sum vit kenna best, at vit næstan kunnu føla, at her ikki er brúk fyri øðrum. Men um vit skulu vera ein livandi felagsskapur, so krevst, at vit geva rúm fyri ymiskleikanum. Tað inniber, at vit taka væl ímóti teimum, sum koma til okkara uttaneftir og vilja verða partur av okkara samfelag. At vit virðismeta, at nýggir føroyingar í ymsum litum fara at flagga við reyðum, bláum og hvítum og geva sítt dýrabæra íkast til tað føroyska. At vit góðtaka, at tað finnast nógv ymisk brigdi av føroyingum, og at ein føroyingur ikki bara er tann, sum líkist tær sjálvum mest.

Stundum hoyrast politikarar og onnur skíra hesa og hasa áskoðanina “óføroyska”, ofta sum lið í einari áheitan um at venda henni bakið, ongantíð ov skjótt. Men tá víst verður til røtur og “fedranna arv” verður sjáldan víst longur aftur enn til tey, sum teir sjálvir eru samdir við.

Minnast teir ikki, at sjálvt krossurin, sum nógv okkara grunda tilveruna á, og sum er miðdepil í flagginum, er komin til okkara uttaneftir?

Veruleikin er, at vit sum búgva í Føroyum hava altíð verið ymisk. Vit hava altíð tikið við nýggjum rákum, og vit hava altíð broytt okkum – og als ikki bert til tað verra. Alt livandi broytist.

Tí mugu vit varða okkum fyri at gera “tað føroyska” til nakað fastlæst og óvikandi. “Tað føroyska” má vera kvæmt og fjølbroytt, um tað skal hava eina framtíð. Okkara felagsskapur má ongantíð vera merktur av kúgandi hóttan um at geva seg undir meirilutan fyri at fáa innivist.

Merkið flaggar í dag fyri okkum øllum, vit eiga tað øll, so ymisk vit enn kunnu vera. Tað flaggar reytt, blátt og hvítt, sama hvør politiskur flokkur hevur landsfund, tað veittrar til allar ítróttarstevnir, á merkisdøgum og til jarðarferðir, sama hvønn hugburð viðkomandi hevði til tjóðskap ella onnur viðurskifti. Tað fer at flagga fegið fyri fyrsta samkynda parinum, sum gongur saman í hjúnaband, eins væl og fyri øllum øðrum føroyskum pørum. Flaggið er okkara felags merki. Lat tað tí áhaldandi minna okkum um, at vit øll eiga javngóðan rætt at vera her.

Ár um ár ljóðar tað frá tjóðini: “Har ið merkini veittra, veittri eisini mítt”!

Gævi satt at hatta ynskið gongur út. Og gævi satt at vit læra okkum at virðismeta okkara fjølbroytni og tora at ganga frameftir. Merkið var ongantíð ætlað sum afturhald. Tað er eingin dovislig boya í tíðarinnar streymi, sum vit skulu royna at krøkja okkum føst í.

Seinasta reglan í flaggsanginum er jú nettup ikki “vit við tær standa still her í stað” men “vit við tær stevna stinnir avstað”.

Eg fari at ynskja okkum øllum eina góða ferð víðari og framhaldandi góðan flaggdag.

Takk fyri.

Mynd: Hjalmar Jóhan Juul