HEIM
27.04.2015

Flaggdagsrøðan hjá Eyðuni Christiansen

Røða, sum Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum helt í Runavík flaggdagin 2015

Gott fundarfólk, góðu áhoyrarar

Ikki sørt, at hetta kennist sum ein heiður, at fáa høvi at flyta fram flaggdagsrøðuna her í landsins triðstørstu kommunu, heimbýnum hjá betru helvt míni, eitt øki sum eg tí eisini havi ein serligan tokka til.

Fyri okkum føroyingar er dagurin í dag ein stórur dagur. Tí í dag eru liðin 75 ár, síðani føroyska flaggið varð viðurkent á fyrst sinni tann 25. apríl í 1940. Júst hendan dagin fyri 75 árum síðani gav bretska stjórnin, umvegis bretska útvarpið BBC, boð um, at nú skuldu øll føroysk skip sigla undir føroyska flagginum "Merkinum". Sjálvur Churchill hevði undan hesum greitt undirhúsinum frá, at nú vóru Føroyar hersettar, men hann segði eisini, at Føroyar nú vóru viðurkendar, sum partur av teimum sameindu í stríðnum ímóti týsku nasismuni.

Av nøkrum er hetta vorði tulkað soleiðis, at tað ikki vóru føroyingar sjálvir, sum vunnu føroyingum hesi rættindi, at hava sítt egna tjóðarflagg, men at tað er bretska hervaldinum og bretsku stjørnuni fyri at takka. 

Men stríðið fyri at vinna føroysku tjóðini sítt tjoðarmerki byrjaði langt undan 1940. Tað vóru føroyskir studentar í Keypmannahavn, sum longu í 1919 gjørdu uppskot til Merkið, sum vit kenna tað í dag, og brúktu tað á m.a. studentaveitslum. Jens Olivur Lisberg - faðirin at føroyska flagginum - hevði tað heim við sær á sumri í 1919, og 22. juni veittraði Merkið fyri fyrst ferð í Føroyum í heimbygdini hjá Jens Olivari, í Fámjin. Talan var um sama flagg, sum í dag hongur á bróstinum í kirkjuni í Fámjin. 

Hóast stríð føroyinga helst ikki kann samanberast við stríðið hjá nógvum øðrum tjóðum, so vóru skiparar, sum fingu bøtur, mistu grønlandsloyvir ella ikki fingu statslán, tí at teir tvíhildu um at nýta føroyska Merkið og ikki Dannebrog. 

Men menniskjaligi kostnaðurin hjá Føroyingum undir krígnum var stórur. Eisini í altjóða høpi. Vit mistu ikki minni enn 132 sjómenn hesi árini, orsaka av týskum álopum, ella eitt ½ prosent av øllum fólkatalinum. Í dag hevði hetta svara til, at omanfyri 250 mans mistu lívið eftir 5 árum á sjónum, ella at vit mistu 50 mans á sjónum hvørt ár komandi 5 árini. 

15 sluppir, 6 skonnartir og 4 trolarar vórðu søkt. 

Politisku rembingarnar undir krígnum vóru nógvar, og okkum føroyingum so líkt vóru vit eisini í hesum spurninginum í tvíningum. Nøkur ynskti at varðveita Dannebrog , meðan onnur ynsktu føroysku tjóðini egið flagg. Men tíðin broytir alt. Í dag er tað eingin, sum setur spurnartekin við Merkið, sum fremsta ímyndin av okkara tjóð. Ímyndin av, at vit eru ein serstøk tjóð - millum allar hinar og mótvegis øllum hinum.

Tá ið vit tosa um Merkið, so er tað í veruleikanum ímyndir og kenslur, vit tosa um. Tað er inni í okkum, at nakrar kenslu birtast, tá vit síggja føroyska Merkið veittra yvir Tórsvølli ella á Svangskarði - tá ið tjóðsangurin verður sungin, ella tá Pál svimur í altjóða kappingum, ella enntá tá ið onkur eysturoyingur hevur vunnið sær pláss í X-faktor finaluni, einari danskari undirhaldssending. Tá vilja vit vísa, at vit eru vit, og tit eru tit. Og ikki minst, at vit eru stolt av at verða vit.

Vit brúka eisini Merkið at vísa okkara kenslur. Tá ið nýføðingurin er komin væl undan á føðideildini, fáa foreldur sum tað fyrsta ein drekkamunm inn á stovuna, og Merkið verður sett á borðið. Tá ið barnið fyllur 1 ár, verður fyrsta Merkið skorað niður í køkumannin, tá ið nýgifta parið koyrir við flagskrýddum bili úr kirkjuni, tá ið rundir føðingardagar eru o.s.v. Alt hetta verður heiðrað við merkinum sum einum sjálvsøgdum parti. 

Tá ið dagar eru taldir, so fer flaggið í hálva stong, í virðing fyri tí deyða og við samkenslu fyri teimum, ið mist hava. Undir hesum flaggi eru vit saman í gleði og í sorg. 
Flaggið er ein samanrunnin partur av lívinum hjá einum og hvørjum føroyingi, annaðhvørt hann er samríkjamaður ella fullveldismaður. Flaggið myndar felagsskapin, ímyndar tjóðina. Ímyndar fortíðina og framtíðna. Er ein kensla, ein kensla av hoyra til felagsskapin.

Benedict Anderson, ein kendur amerikanskur nationalismu granskari, sigur um tjóðina og tjóðarsymbolini, at hetta eru ímyndir - at tjóðin er ein ímynd (Imagined Communities). Í veruleikanum er tað ímyndin av okkum sjálvum, sum ger, at vit eru føroyingar, og ikki bara okkurt annað, so sum danir ella íslendingar. 
Benedict Anderson sigur víðari, at vit ímynda okkum at hoyra til bæði horisontalt og vertikalt. Hetta merkir, at vit ikki bara kenna okkum hoyra til felagsskapin, sum hann er í dag, Men vit kenna okkum eisini at hava serligt tilknýti til tey, sum farin eru – eisini fyri langari tíð síðani.

Tað veri seg Gøtu Trónd, Nólsoyar Páll ella bara onkran av okkara nærmastu forfedrum.

Anthony Smith, bretskur granskari, fer uppaftur longri og sigur, at varveitslan av tjóðini snýr seg fyrst og fremst um søgu frásøgn, at hvørt ættarlið ber søguna um farna ættarliðið víðari til komandi ættarlið.

Hetta er eisini tað, sum vit eru vitni til hesar seinastu dagarnar. Børnini í barnagarðinum tekna fløgg, skúlarnir hava temadagar um flaggsøguna og flaggstríðið, og runt um í landinum standa helst einir 10-tals persónar og halda eina røðu, sum líkist øgiliga nógv mínari røðu. Vit fortelja hvørjum øðrum søguna um flaggið, hvør tað einasta ár. 

"Latið ei søguna doyggja,
goymið hana so væl,
í dreingja sinni og moyggja
hon mikið útrætta skal.” 

Soleiðis yrkti Ramuss Effersøe so beinrakið. Ein áheitan um, at vit skulu bera søguna víðari, tí so skal gangast okkum væl.

Á leiðsluskeiðum, í pedagogikki og í nógvum øðrum samanhangum, verður hugtakið narrativir, ella søguforteljing, brúkt. Tá læra vit at brúka frásøguna sum eitt amboð, har man við at verða tilvitaður um, hvussu man ber fram søgur, eisini kann røkka nøkrum tilætlaðum málum.

Við øðrum orðum, tú kann altíð velja, hvussu tú ber fram eina søgu. 
Fyri góðum tveimum árum síðani fóru Kommunufelagið og Vinnuhúsið undir eitt átak, sum nevnist "Vit velja Føroyar”. Um tað mundi var retorikkurin - søgurnar viðvíkjandi Føroyum og føroyska samfelagnum - út av lagi negativur, og fólkatalið hevði eisini verið minkandi líka síðani í 2009. Í almenna rúminum varð fokusera nógv uppá, hvussu vánaligar sosialu veitingarnar vóru í Føroyum, hvussu dýrt tað var í Føroyum, at í mun til rættindi hjá minnilutabólkum vóru nærum talibanskir tilstandir í Føroyum, og so sjálvandi at veðri altíð er av hundan og til. Hetta seinast er kanska ikki heilt av leið. Men alt var negativt, alt var betri aðrastaðni. 

Aðalmálið við átakinum "Vit velja Føroyar” var at broyta retorikkin. Vit vildu við átakinum sleppa teimum til orðanna, sum høvdu valt Føroyar. Vit vildu hava tey at siga okkum frá, hví tey høvdu valt Føroyar, hví tey hildu tað verða gott at verða partur av føroyska felagsskapinum. Vit ynsktu at flyta fokus yvir á tey positivu tingini, leggja dent á møguleikar heldur enn altíð at síggja forðingar. Snøgt sagt at síggja tað positiva í tí føroyska samfelagnum. Sum Tummas M. Smith yrkti: 

Far innar í stovuna, um hon er trong
og lurta - hon syngur ein stillan song;
hon rúmar tó nakað, sum tú leggur í
har vantar bert tað - at tú varnast tí.

Og kanska væntar okkum bara at geva tí ans. At minna okkum sjálvi - og hvønn annan á - hvussu heppin vit eru at liva her - í hesum ríka, fjarskotna landi, í einum felagsskapi, sum neyvan finst sterkari í nakrari aðrari tjóð.

Lat okkum halda áfram at verða góð við hetta landið, tosa gott um tað og verða stolt av tí, lat okkum fjálga um hendan felagsskapin og lat okkum verða góð við hvønn annan. Tí í síðsta enda eru tað vit, sum skapa ella ímynda okkum sjálvi - vit sum felag skapa og ímynda hendan felagsskapin, sum vit øll eru partur av.

Nú fóru hugleiðingarnar kanska eitt sindur burtur frá Merkinum, men sum ein hóskandi enda farið eg at endurgeva seinasta ørindið í sanginum "Tú føddur er føroyingur fríður”, sum "svigarabbin” Petur Højgaard – sáli - yrkti. 

Hann royndi eisini altíð at minna okkum á, at ábyrgdin at skapa framtíðina liggur hjá hvørjum einstøkum okkara.

Hann álitið hevur tær givið
Tú setur teg aftur í rong
Tak róðri og eingin ivi
Vind merkið á fulla stong.

Takk fyri, og framhaldandi góðan flaggdag. 

(Hjalmar Jóhan Juul tók myndirnar)