HEIM
18.04.2017

Flaggdagshaldið í Runavík

Flaggdagshaldið  verður uttanfyri Skótahúsið við Løkin 25 apríl kl. 15.00  (um ikki viðrarverður farið inn í Skótahúsið)

Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður heldur røðu.

Skótar og ítróttafeløg ganga skrúðgongu og Nes Sóknar Musikkfelag spælir.

Kakao og bollar er at fáa frá skótunum inni í skótahúsinum aftaná tiltakið.

Ítróttafólk og skótar verða biðin um at møta 14.30 við Skúlan við Løkin.

Skrúðgongan fer frá Skúlanum við Løkin kl. 14.45.