HEIM
20.04.2010

Flaggdagshaldið

Flaggdagshaldið verður á økinum sunnan fyri býráðshúsið 25 apríl kl. 15.00. Klæmint Østerø flytir fram røðu, Nes Sóknar Musikfelag spælir og Skótarnir, Tjaldur, Nsí, Støkk, Nsí kappróðrafelagið, Skála ítrottafelag, Skála róðrafelag ganga skrúgongu.
Tilber at fáa sær kaffi og vaflur frá skótunum.
Skrúgongan fer frá Glyvra skúla kl. 14.30
Ítróttafólk og Skótar verða biðin um at møta 14.15 við Glyvra Skúla.