HEIM
24.04.2019

Flaggdagshald í Runavík

Flaggdagin 25. apríl kl. 14.00 skipar Runavíkar kommuna fyri almennum flaggdagshaldi við Skótahúsið við Løkin. Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu flytir fram røðu, og Nes Sóknar Musikkfelag luttekur.
Kommunan heitir tí á skótar og ítróttarfeløg um at møta við Skúlan við Løkin kl. 13.30, og ganga skrúðgongu út til Skótahúsið. Aftaná verður drekkamuður at fáa inni í skótahúsinum.

Eftir flaggdagshaldið skipa skótarnir fyri kondibingo.

Mentanarvika er í Runavíkar kommunu í hesum døgum, har eitt nú stór konsert er við VSJ og Beinir fríggjakvøldið kl. 21.00 í Løkshøll og konsert við danska tónleikabólkinum TV2 verður leygarkvøldið kl. 21.00 í Løkshøll.

Sí skrá, tiltøk og dagføringar á facebooksíðuni Mentanarvikan í Runavíkar kommunu