HEIM
13.04.2016

Flaggdagshald í Runavík

Mánadagin 25. apríl kl. 15.00 verður flaggdagshald uttanfyri býráðshúsið í Saltangará. Skrúðgonga verður frá posthúsinum, har ítróttarfeløg og skótar verða biðin um at møta kl. 14.30.

Við býráðshúsið fer Tóta Árnadóttir at flyta fram røðu.

Nes Sóknar Musikkfelag spælir, og bollar og kakao verður at fáa ókeypis.