HEIM
12.04.2013

Flaggdagshald í Runavík

Mikudagin 25. apríl er Flaggdagur og hendan dagin fara vit, sum siður er, at heiðra Merkið.
Flaggdagshaldið verður sunnan fyri býráðshúsið í Runavík 25. apríl kl. 15.00.
Ítróttarfeløg og skótar fara at ganga skrúðgongu, Annleyg Lamhauge flytur fram røðu og Nes Sóknar Musikkfelag fer at spæla.
Aftaná bjóða KFUM-skótarnir við Løkin kaffi og køku.