HEIM
20.04.2012

Flaggdagshald 2012

Mikudagin 25. apríl er Flaggdagur og hendan dagin fara vit, sum siður er, at heiðra Merkið.
Flaggdagshaldið verður sunnan fyri Býráðshúsið á Saltangará 25. apríl kl. 15.00.
Ítróttarfeløg og skótar fara at ganga skrúðgongu, Torbjørn Jacobsen flytur fram røðu og Nes Sóknar Musikkfelag fer at spæla.
Aftaná bjóða KFUM-skótarnir við Løkin kaffi og køku.

Ítróttafólk og Skótar verða biðin um at vera við posthúsið kl. 14.30.