HEIM
06.07.2018

Fjórðingsøld

Ansing av børnum uttanfyri heimini eigur eina drúgva søgu í Runavíkar kommunu. Kongshavnar Kvinnufelag stríddist í mong fyri at fáa í lag ansing av børnum, og tað eydnaðist teimum í 1982, táið felagið hevði fingið stóru húsini á Líknargøtu upp at standa. Hartil vóru tað konur í bygdunum, sum átóku sær at ansa børnum við hús.

Væl seinri var hetta alt skipað í kommunalum høpi, og í dag verða børn í stóran mun ansað í vøggustovum og í barnagørðum kring um í kommununi.

Runvíkar kommuna fór undir skipaða dagrøkt í oktober mánaða 1988. Skála kommuna fór undir skipaða dagrøkt í 1987, hon var niðurløgd í 1992, men tikin uppaftur í 1999. Eftir kommunalu samanleggingina vóru skipanirnar lagdar saman, og eftir at barnagarðurin var bygdur á Skála í 2010, valdu foreldrini ta loysnina, og tvær av dagrøktarmammunum valdu at virka út frá Barnalonini ístaðin. Tí er dagrøktin framvegis eitt høpi, sum fyri tað nógva er til eystaru megin við Skálafjørðin og nú eisini í Oyndarfirði. Dagrøktin heldur annars til í gomlu Doktarahúsunum í Heiðunum.

 Í dag eru 47 børn í dagrøkt, upp til trý ára aldur, og 14 dagrøktarmammur eru í skipanini í dag. Leiðari teirra er Bjørg Rasmussen. Tá flest børn vóru í hesi skipan, vóru áleið 90 børn í dagrøkt, men hetta var í tíðini, táið børn kundu vera ansað á hendan hátt upp til 6 ára aldur. 

Tí ber til at siga, at dagrøktarskipanin hevur havt og hevur ein týðandi leiklut á ansingarøkinum í Runavíkar kommunu.

Í gjár varð hátíðarhildið, at tær báðar Diana L. Nielsen og Bjørg Rasmussen, leiðari, hava virkað í dagrøktini í meiri enn eina fjórðingsøld. Dagrøktarmammurnar vóru møttar í Doktarahúsunum saman við trivnaðarleiðaranum, borgarstjóranum og kommunuskrivaranum. Teir báðir fyrru heilsaðu teimum báðum Dianu og Bjørg við røðum, og borgarstjórin handaði teimum báðum gávur í sambandi við hendan merkisdag teirra.