HEIM
15.12.2017

Fjøruvegurin á løgtingsfíggjarlógini 2018

Løgtingsfíggjarlógaruppskotið/2018 var lagt fyri tingið Mikkjalsmessudag. Nú hevur fíggjarnevnd løgtingsins lagt álit fram henni viðvíkjandi, og nevndin hevur býtt seg upp í ein meiriluta og ein minniluta. Samgonguumboðini umboða meirilutan og Ruth Vang er forkvinna nevndarinnar. Hini í meirilutanum eru Pauli Trond Petersen (T), Kristin Michelsen (J) og í løtuni er Kristianna Winther Poulsen (J) avloysari fyri Helenu Dam á Neystabø, sum er í farloyvi frá tinginum. Í minnilutanum sita Bill Justinussen (M), Jacob Vestergaard (F) og Bárður á Steig Nielsen (S).

Meirilutin, samgonguumboðini, mæla m.a til í álitinum, at hálv triðja – 2½ – millión krónur verða settar av til ætlaða innkomuvegin til bygdirnar Runavík, Saltangará og Glyvrar, í sambandi við, at undirsjóvartunnil nú verður gjørdur undir Tangafirði, sum ætlandi verður liðugur í 2020.

Í drúgva tíð hevur nógv samskifti verið ímillum Runavíkar kommunu og Landsverk, um at finna eina loysn á hvussu væntandi økta ferðslan eystaru megin við Skálafjørðin skal skipast, eftir at koyrandi verður ígjøgnum undirsjóvartunnilin um 2-3 ár. Partarnir heittu á EM-ráðgeving, sum heldur til á Líknargøtu í Saltangará, um at neyvætla, og júst í dag hevur fundur verið, har hesir tríggir partarnir hava sitið saman fyri at meta um verkætlanina.

Runavíkar kommuna hevur valt at fyrireika verkætlanina út í æsir, áðrenn veruligar samráðingar verða tiknar upp við politiska landsmyndugleikan um hvussu tey fíggjarligu viðurskiftini, ferðsluæðrini viðvíkjandi, skulu loysast. Kortini hevur Landsverk frá byrjan verið við sum helvtarpartur í fyrireikingini, og nógv samskifti hevur hartil verið ímillum borgarstjóran og leiðandi samgongupolitikarar og fíggjarnevndarlimir løgtingsins, serliga umboðandi samgonguna, um hetta málið.

Nú, fyri lok álitisins, var dúgliga samskift, og tað er at frøðast um, at meirilutin í fíggjarnevnd løgtingsins, Ruth, Pauli, Kristin og Kristianna, fingu tað at bresta fyri nevi soleiðis, at verulig gongd nú fæst á málið. Verður ikki komið á mál við innkomingarvegnum, sum verður leiddur frá tunnilsmunnanum ígjøgnum fjøruna, framvið havnarlagnum, inn á Glyvrar, í landsvegin beint omanfyri Bakkafrost, verður verandi vegur ígjøgnum býin als ikki nøktandi til hin økta títtleikan, sum fer at taka seg upp í ferðsluni, eftir at koyrandi verður undirsjóvar ímillum Runavík og Havnina.

Táið neyvprosjektið verður endaliga liðugt, verður arbeiðið boðið út, samstundis sum samráðingar vera tiknar upp við landsstýrið um hvussu bæði tað verkliga og fíggjarliga skal fáast í eina trygga og nøktandi legu frameftir. Innkomuvegurin til býin er avleiðing av undirsjóvartunlinum, sum landið eigur, og tekur gjald fyri at aka ígjøgnum, tí er hetta eitt mál, sum fleiri partar mega loysa í felag.

Tað, at samgonguumboðini í fíggjarnevnd løgtingsins nú hava sett sjøtul á og tikið stig til at raðfesta innkomuvegin til Runavíkar, Saltangará og Glyvrar á Løgtingsfíggjarlógini/2018, boðar frá góðum, og er fráboðan um, at verkætlanin, Fjøruvegurin, liggur í tryggum og góðum lands- og kommunalum hondum næstu árini fram til og við 2020/21.

Runavíkar kommuna takkar teimum, sum nú stjórna landinum, fyri hetta neyðuga stigið.

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri