HEIM
29.06.2018

Fjølrit og Runavíkar kommuna

Beint eftir døgverða í dag skrivaðu Atli K. Petersen og Tórbjørn Jacobsen, ávikavíst fyri Fjølrit og Runavíkar kommunu, undir sáttmála um nýtslu av vardum verkum til undirvísingarvirksemi og innanhýsis nýtslu. Hetta hendi í gamla bygdarskúlanum í Skálafirði.

Fjølrit er góðkendur felagsskapur sambært § 40, stk. 1 í løgtingslóg nr. 30 frá 30. apríl 2015 um upphavsrætt. Fjølrit umboðar í avtaluhøpi allar rættindahavarar viðvíkjandi tekstum, myndum og nótum. Felagsskapurin umboðar Rithøvundafelagið, Felagið Føroysk Tónaskøld, Føroyskir Yrkisfotografar, Føroysk Bókaforløg, Føroysk Miðlafólk og Føroysk Myndlistafólk.

Kommunan ger avtaluna vegna sínar kommunalu undirvísingarstovnar, sambært § 13 í upphavsrættarlógini, og kommunalar skrivstovur og stovnar, sum í sínum virksemi brúka upphavsrættarliga vart tilfar samsvarandi § 14 í upphavsrættarlógini.

Í Skálafirði greiddi formaðurin í Fjølriti frá drúgvu gongdini í málinum og samráðingunum við Kommunufelagið, sum endaðu við einari semju, hóast Kommunufelagið, av ávísum orsøkum, hevur lagt tað út til kommunurnar hvørja einsæris, at taka avgerð um tær skulu taka undir við gjørdu standardavtaluni ella ikki. Borgarstjórin fegnaðist um avtaluna, sum hann væntaði og vónaði fór at verða stuðlandi undir føroyskari mentan og evsta samleika okkara: Móðurmálinum. Neyðugt er at geva mentanararbeiðarum okkara rúmari ræsur, hesir, sum virka á einum av heimsins minstu pallum - marknaðum.

Avtalan er ein royndarskipan, sum er galdandi í tvey ár frá 1. august 2018 at rokna. Avtalan kostar Runavíkar kommunu 200 krónur fyri hvønn ársnæming í fólkaskúlanum.