HEIM
12.11.2014

Fjarlestur: Lesa til lærara í Runavík og Klaksvík

Undirvísingin hjá næmingunum á fyrsta ári á læraraskúlanum var øðrvísi í dag enn vanligt. Nøkur lesandi sótu í hølum í Runavík og Klaksvík, ímeðan undirvísarin og nakrir næmingar sótu í Havn. Øll fingu somu undirvísing og samstundis. Hetta bar til, tí at Fróskaparsetrið, Runavíkar kommuna og Klaksvíkar kommuna hava gjørt íløgu í nýggja tøkni.

Fjarlesturin er framhald av royndarverkætlan, sum Fróskaparsetrið ger saman við samstarvspartum kring landið. Hesuferð er samstarvið við Fjarnám í Klaksvík og Bókasavnið við Løkin í Runavík. Talan er um nútímans útgerð til videofundir, sum eisini er ætlað øðrum áhugaðum at brúka, sum td. vinnulívi og almennum stovnum.

Næmingar og undirvísarar fegnast

Stórsti fyrimunur hjá teimum lesandi er, at tey sleppa undan at ferðast langt hvønn dag. Tey spara tíð og orku. Og hóast ein skermur er millum undirvísaran og tey lesandi í Runavík og Klaksvík, so er læringin og úrtøkan sera góð, siga næmingarnir. Henda undirvísingarstøða er nýggj fyri næmingarnar, og krevur tískil eina ávísa tilvenjing. Men eftir henda fyrsta dagin, eru næmingarnir sera væl nøgdir.

Meiningsfult fyri kommununa og bókasavnið

Bókasavnið við Løkin er almenna fólkabókasavnið í Runavíkar kommunu. Fyri at menna eitt so viðkomandi bókasavnstilboð sum gjørligt, eigur man sjálvsagt at taka støði í nærumhvørvinum og m.a. arbeiða við teimum avbjóðingum sum eru á staðnum. Hóast Runavíkar kommuna liggur mitt í landinum, so er kommunan á mangan hátt ein útjaðari, – eins og alt Føroya land er. Í Runavík er td. ongin rættiligur útbúgvingarstovnur, sum kann bjóða grundleggjandi útbúgvingar ella eftir- og ískoytisútbúgvingar.

Arbeiðsmegin fær alsamt eitt hægri útbúgvingarstøði. Hesi fólk hava ein áhaldandi tørv og eitt ynski, um at dagføra sína vitan og útbúgving. Runavíkar kommuna ynskir sjálvsagt eisini at skapa góð kor fyri henda partin av arbeiðsmegini. Videoútgerðin ger tað betri møguligt hjá borgaranum at vera búsitandi her um leiðir, hóast hann ella hon fer undir útbúgving. Tøknin og umstøðurnar eru væntandi serliga viðkomandi tá samskiftast skal við undirvísaran í sambandi við vegleiðing, próvtøku ella einstakar fyrilestrar.

Eisini virkir og feløg kunnu fáa ágóðan av hesi tøkni og umstøðunum á bókasavninum. Nú ber til hjá virkjum ella feløgum at koma á Bókasavnið við Løkin at fundast við sínar samstarvsfelagar, sum kunnu sita hvar sum helst aðrastaðni í heiminum. Soleiðis eru bæði tíð og pengar at spara í mun til um man skuldi ferðast. Ein videofundur er sjálvsagt ikki tað sama sum at hittast andlit til andlit, men hetta er ein góður møguleiki at hava aftrat.

Bókasavnið er sjálvsagdur karmur um hetta virksemi. Endamálið hjá bókasavninum er m.a. at geva atgongd til vitan, at miðla vitan og vera karmur um samskifti. Eisini er bókasavnið staðið, har vitan verður skapt og ment. Við tilboðnum um videofundir vísir bókasavnið á nýggjar arbeiðshættir og mennir sín samfelagsleiklut. Málið er at fáa skapt eitt vitanarumhvørvi, har fólk við ymiskum ørindum og frá ymiskari bakgrund meir ella minni tilvildarliga hittast á bókasavninum. Hetta skal vera staðið har tann lesandi hittir umboð frá virkjum, undirvísarin hittir íverksetaran og borgarar annars hittast.

EksternLeinkja1: http://www.lokin.fo