HEIM
08.06.2009

Fjarðastevnan á Skála

Á skránni verður umframt kappróður og fótbólt nógv annað spennandi, ið ein kann hugna sær við.

Fríggjadagin 12. Juni:
Brotssparkskapping
fyri tey yngru, ið eru bólkaði í tveir bólkar, tey, ið eru fødd í 1994 til 1998 og tey, ið eru fødd í 1999 ella seinni. Steyp til vinnaran.
Sang Brak
kl. 19.00 verður í Meinigheidshúsinum, har Effata, Skála streingjakór, sangløta og andakt við Pól Jóhannesen. Góður drekkamuður verður aftaná.
Playstation-FIFA 2009 kapping
kl. 20.00 verður Playstation-FIFA 2009 kapping í ítróttarhøllini á Skála. Kappingin er skipað á tann hátt at lið kappast móti liðum, sum cup-system. Hjá teimum yngru kappast tey ein ímóti einum, meðan tey eldru kappast tvey á hvørjum liði, tað vil siga at fýra kappast í senn. Børn og ung upp til 16 ár kappast í einum bólki, og tey sum eldri enn 16 ár kappast í einum bólki. Luttøkugjaldið er 100,- fyri hvønn luttakara.
Vinningurin fyri tey yngru er gávukort á 1000,- kr.
Vinningurin fyri tey eldru eru tveir ferðaseðlar til ungdómstúrur við Norrønu
Tilmelding á tlf. 742600 ella 586005 ella toraj@olivant.fo

Leygardagin 13. Juni:
Tivoli opnar á ítróttarøkinum kl. 9.00 við tombola, 21-spæli, fiskidammi, skjótibási. Til kappróðurin verður tivoli flutt oman á róðrarøkið og er har til róðurin er liðugur. Verður síðan aftur á ítróttarøkinum.
Setan av stevnuni. Skrúðgongan við ítróttarfólki fer úr skúlanum kl. 13. Við Nes Sóknar hornorkestri á odda verður gingið inn á róðrarøkið, har nýggi borgmeistarin í Runavíkar kommunu Magnus Rasmussen setur stevnuna.
Køkuframsýning. Sum eitt øðrvísi tiltak kann nevnast ein køkukapping. Køkukappingin verður skipað soleiðis, at fólk hava møguleika fyri at gera/baka eina øðrvísi kaku. Ein framsýning verður gjørd av køkunum kl. 18 - 22, og tey, ið koma at hyggja at, fáa møguleika fyri at atkvøða um vakrastu / stuttligastu/flottastu kakuna, vinnarin fær eitt gávukort. Køkurnar verða seldar á uppboðsølu kl. 22.
Um onkur hevur hug til at luttaka, við einari ella fleiri køkum, eru tit vælkomin at siga frá á tlf. 260876 ella 741574.
Stóra grilkvøldið. Eins og á seinastu Fjarðastevnu, ið var hildin á Skála, verður aftur í ár skipað fyri einum grillkvøldi. Byrja verður at grilla kl. 18.00. Lokalir grillmeistarar fara at grilla búffar og pylsur við tilhoyri: sós, eplum og salat . Møguleiki verður fyri at eta á staðnum, ella at taka matin heim við. Eisini verður møguleiki fyri at bíleggja búff/ar á tlf. 586005 ella 741574 innan kl. 16.00 leygardagin.
Meðan grillin er tendra, verður útimøti kl. 19.30 við fólki frá Kelduni í Skálafirði,
seinni verður felagssangur við lokalum tónleikarum og Torbjørn Jacobsen heldur eina røðu.
Kvøldið endar við Harmonikudansi í høllini, har Juel Høgnesen og vinmenn spæla.

Sunnudagin 14. Juni:
Spennandi barnatiltak á Skála
Eitt sera spennandi og fjølbroytt barnatiltak verður í ítróttarhøllini. Tað eru námsfrøðingar og onnur góð fólk, sum fara at undirhalda og aktivera børnum. Tey fara millum annað at spæla ein sjálvgjørdan sjónleik, sum vísir okkum ein stuttligan vinkul til heilsuárið sum júst er í hæddini. Sjónleikurin er um viðurskiftir millum mammur og børn. Eisini fara tey saman við musikarum at syngja og gera rørslur saman við børnunum. Eftir tiltakið fáa børnini møguleika at verða málaði um andlitið.
Talentkapping á Fjarðastevnuni
Sum nakað nýtt verður talentkapping á skránni á Fjarðafestivalinum um vikuskifti. Allir føroyingar kenna til kappingarnar sum DR 1 skipa fyri, har millum annað føroyingar hava luttikið. Nú fara skálafólk at taka táttin upp. Kl. 17.00 sunnudagin verður talentkapping í aldrinum 7 – 16 ár. Tey, sum longu hava melda seg til fara at gygla, dansa, gera fimleik, spæla ljóðføri og syngja. Men um onkur enn hevur hug at melda seg til, kunnu tey senda email til toraj@post.olivant.fo. Seinasta freist at tekna seg til er hóskvøldið. Luttøkugjaldið er 70,- kr.
Fyrireikaðarnir skipa fyri at pallurin verður útgjørdur við ljóð- og ljósútgerð.
Meðan dómararnir gera av, hvør skal vinna, fer FAROE 5 upp á pallin við væl fyrireikaðum showi, har tær millum annað hava filmsløg við.
Vinningur í talentkappingini er eitt gávukort á 2500,- kr.