HEIM
05.07.2017

Fjarðastevnan á Skála byrjar við summarsálmum

Hóskvøldið 6. juli kl. 19 bjóðar Skála kirkja til hugnaliga sanggudstænastu. Hetta er fyrsta tiltak á Fjarðastevnuskránni, sum verður í bygdini hetta vikuskiftið.

Organistarnir Hanus Thomsen, Óli á Grindafløtti og Súni Kristiansen hava samskipað tónleikaliga partin, sum er nógvur felagssangur við góðum undirspæli umframt okkurt tónleikainnslag. Bæði gamla sálmabókin og nýggja sálmabókaískoytið verða brúkt. Allir 6 bólkarnir av kirkjusangarum hava eisini fingið áheitan um at koma at stuðla sangin.

Deknurin Sylverius Jacobsen leiðir tiltakið og hevur eisini andakt. Gudstænastan varir umleið 1 tíma, og aftaná bjóðar kirkjuráðið til drekkamunn og hugnaliga samveru í nýístandsetta kirkjukjallaranum. Tiltakið er sjálvsagt ókeypis.

Fyrireikarnir vóna, at tikið verður væl undir við tiltakinum, og at nógv velja at byrja Fjarðastevnuna við at møta upp í kirkjuni at syngja lættar og glaðar summarsálmar.