HEIM
30.06.2017

Fjarðastevnan á Skála 6.-9. juli

Í døgunum frá 6.-9. juli verður Fjarðastevna á Skála. Har verður ymiskt á skránni bæði til børn og vaksin. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Hósdagin 6. juli         

Kl. 19.00                     Summarsálmasangur í Skála Kirkju. Kaffi/te og køkur í kirkjukjallaranum aftaná.

Kl. 21.15                     Stovukonsert í Rosenborg (gomlu húsini hjá Rosu Højgaard) við Báru Silvansdóttir, Bergur F. Johannesen og Harald F. Johannesen. Atgongumerkið í forsølu: 50 kr 

Fríggjadagin 7. juli   

Kl. 17.00-23.00           Tivoli á ítróttarøkinum við m.a. trampolin, skjóting, tombola, fiskibrunni, el-bilum, bátum og bóltum.

Kl. 17.00-23.00           Hoppiland á ítróttarøkinum.

Kl. 19.00-23.00           Grillvognurin á ítróttarøkinum er opin.

Kl. 19.00-20.00           Kahoot-spurnakapping og ymisk spøl í Skálastovu. Ókeypis luttøka.

Kl. 19.00-22.30           Kvøldseta í Bygdarsalinum. Jens Marni Hansen syngur. Góður felagssangur og gott undirhald. Til matna verður grillaður grísur, rómabakaði epli og salat. Kaffi/te og smákøkur omaná. Atgongumerkið kann keypast á skalaif.fo og í Skálanum. Kostnaður áðrenn 1. juli 200 kr. Eftir hetta verður kostnaðurin 300 kr. Seinasta freist at keypa atgongumerkið er mikudagin 5. juli.

Leygardagin 8. juli

Kl. 09.00-10.30           Ókeypis morgunmatur í Bygdarsalinum í Ítróttarhøllini.

Kl. 09.00-10.30            Leikuloppumarknaður í gongini í Ítróttarhøllini.

Kl. 09.00                     Vørutombola í gongini í Ítróttarhøllini.

Kl. 10.30-12.30           Gongutúrur við Hallgrími Johannesen sum frásøgufólki. Túrurin byrjar við Ítróttar-høllina. Farið verður niðan við Kumlá, runt Vál og suður á Tjørn. Ókeypis luttøka.

Kl. 13.00                     Skrúðgonga frá Skála skúla oman á kajøki har røða verður hildin.

Kl. 13.00-17.00          Grillvognurin á kajøkinum er opin.

Kl. 13.00-17.00          Kaffi- og vafflusølan á kajøkinum er opin.

Kl. 13.30                     Barnaróður á Skálafjørðinum.

Kl. 15.00                     FM-kappróður á Skálafjørðinum. Eftir kappróðurin verða steyp og heiðursmerkir handaði á kajøkinum.

Kl. 15.00-18.00           Framsýning av gomlum lutum, amboðum og øðrum áhugaverdum í Fornminnis-felagshúsinum. Kaffi/te og køkur til tey vitjandi. Atgongumerkið: Vaksin 50 kr, børn ókeypis.

Kl. 15.00-18.00           Kaffi- og vafflusølan á ítróttarøkinum er opin.

Kl. 15.00-23.00           Tivoli á ítróttarøkinum við m.a. trampolin, skjóting, tombola, fiskibrunni, el-bilum, bátum og bóltum.

Kl. 15.00-23.00           Hoppiland á ítróttarøkinum.

Kl. 17.00-22.00           Málningaframsýning og sangframførsla í Nerija. Kaffi/te og køkur til tey vitjandi. Ókeypis atgongd.

Kl. 17.00-19.00           “Far til fire – på toppen”. Barnabiografur í Bygdarsalinum í Ítróttarhøllini. Sunkist og poppkorn til børnini. Atgongumerkið: Børn 50 kr.

Kl. 17.30-21.00           Grillvognurin á ítróttarøkinum er opin.

Kl. 19.00                     “Vatnkríggj og skúmbað” við Skálafjarðar Sløkkiliði á parkeringøkinum norðanfyri Ítróttarhøllina. Ókeypis luttøka.

 Sunnudagin 9. juli      

Kl. 09.30-11.00         Morgunmatur í kirkjukjallaranum í Skála Kirkju.

Kl. 11.00                     Gudstænasta í Skála Kirkju.

Kl. 11.00-11.45           Familjumøti í Nerija.

Kl. 11.45-12.30           Breyðbróting í Nerija og barnaansing. Kaffi/te og køkur verða at fáa aftaná.

Kl. 13.30-15.00           Sunnudagsskúlatiltak á fótbóltsvøllinum – Kaffi/te, sunkist og okkurt gott verður at fáa aftaná.

Kl. 15.00-17.00           “Leikur og Gaman” á fótbóltsvøllinum – ymisk spøl og kondibingo. Bingoplátur 10 kr.

Kl. 15.00-19.00           Grillvognurin á ítróttarøkinum er opin.

Kl. 15.00-21.00           Tivoli á ítróttarøkinum við m.a. trampolin, skjóting, tombola, fiskibrunni, el-bilum, bátum og bóltum.

Kl. 15.00-21.00           Hoppiland á ítróttarøkinum.

Kl. 15.00-18.00           Framsýning av gomlum lutum, amboðum og øðrum áhugaverdum í Fornminnis-felagshúsinum. Kaffi/te og køkur til tey vitjandi. Atgongumerkið: Vaksin 50 kr, børn ókeypis.

Kl. 17.00-20.00           Tónleika-kafé í Meinigheitshúsinum. Á skránni verða sangframførslur, felagssangur og andakt. Grýturættur, kaffi/te og køkur til øll. Ókeypis atgongd.