HEIM
17.06.2013

Fjarðastevna á Skála 19. – 23. juni 2013

FM-róður, Camping-treff og nógv spennandi ítróttar-, undirhalds- og mentanartiltøk eru á skránni (mynd Jantórur E. Joensen)

Næstsíðsta vikuskifti í juni er Fjarðastevna, sum í ár er á Skála. Hetta hendir fjórða hvørt ár. Fjarðastevnan skiftir millum Vestmanna - annaðhvørt ár - og Strendur, sum hevur stevnuna fjórða hvørt ár, eins og Skála. Tað serliga við Fjarðastevnuni í mun til árligu bygdastevnuna, sum vanliga er á Skála, er, at FM-kappróður er á skránni. Tá verður eisini vanliga væl meira gjørt burturúr. Soleiðis er eisini í ár.

Stevnan byrjar longu mikukvøldið við, at Campingplássið letur upp fyri vitjandi. Hóskvøldið er Skála kirkja karmur um eitt "syngið-við-tiltak". Summarsálmar eru á skránni, Niels Pauli Danielsen, sum í nógv ár var prestur her, hevur andakt, og aftaná verður kirkjukaffi. Hóskvøldið verður eisini fyrsti fótbóltsdysturin á stevnuni spældur, og dystir er allar dagarnar.

Fríggjadagin er barnahúsið Sellan ramman fyri biografi og sløkkiliðsmanna-show við vatnkapping , framsýning verður í skúlanum, hon er opin allar dagarnar, og skipað verður fyri rúsfríum ungdómsdiskoteki í Losjuni. Tivoli letur upp um kvøldið og er opið allar dagarnar.

Leygarmorgunin verður byrjað við morgunmati í ítróttarhøllini. Fleiri barnatiltøk eru á skránni, harímillum leikaloppumarknaður, Kaptajn Gardar og gyklarin Ásbjørn vitja og Óvita Blues Band spæla. Aftan á barnaróður, sum byrjar kl 13, verður so spennandi FM-róðurin, sum byrjar kl. 15. Um kvøldið er grillkvøld uttanfyri ítróttarhøllina, sum endar við stevnurøðu. Sangur verður við Kommunuboys, mannaðir við býráðslimum. Teir hava eisini onkran grønlendskan sang á skránni. Ein tíma fyri midnátt byrjar dansur í ítróttarhøllini við Jens Marna, Evi, Halli og Kristinu.

Sunnudagin eru útvarpsgudstænasta í kirkjuni og møti í Nerija. Sunnudagsskúlatiltak verður á fótbóltsvøllinum. Seinnapartin verður Fjarðastevnurenning, og kl. 16 verður Pól F.-tiltak, har Hans J. Kollslíð hugleiðir og Hanus G. Johansen fer at syngja Pól F.-sangir.

Bæði fyrireikarar og skálafólk annars eru spent til stevnuna og vóna, at nógvir gestir koma at vitja bygdina hesar dagar. Fullfíggjað skrá verður at síggja bæði í prentaðum og digitalum miðlum fáar dagar undan stevnuni.

Attachment1: http://www.runavik.fo/Data/Register/0CAD447D-7512-4D78-91F1-F8E935EB9824/FB232055-057F-4B11-9A9E-3B77CB925C29/4976EF9D-86B8-4F4F-8DC0-2E4A445DB57B.docx