HEIM
27.06.2018

Fjallið

Røða, sum Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri, helt fyri pisunum á Gøtusandi 27. juni 2018.

Hetta eru mær heimligar strendur, her á Gøtu sandi. Ótaldar eru løturnar um hetta svaðið ella á blotanum. Vátur um bein ella við karmi, táið roynt var at bjóða bylgjunum av. Tað gjørdi alt tað sama, hetta var kjarnin í universinum hjá okkum óvitum fyri nakað meiri enn hálvari øld síðani. Ikki hevði man tá roknað við, at eg í 2018 skuldi standa her, ímillum áirnar, og heilsa tykkum við hesum fáu orðum:

Háttvirda mannfjøld. Pisur, foreldur, kennarar og tit, sum ídag hava lagt leiðina framvið hesi sjáldsomu bygd – aðrari av heimbygdum mínum - amphiteatrinum frá náttúrunnar hond – Syðrugøtu.

“Hann ræð okkum til at fara hógværliga fram niðan “vísdómsins háa fjall – og detta ikki oman á hálvari leið og liggja í beinabjølgi. – Eini tíggju ár – ið hvussu er – til at koma niðan á og fáa tað stóra útsýnið – sjá sólina renna og aldri fara undir - - .““

Soleiðis tekur stóra skaldið og presturin Kristian Osvald Viderø til í endurminningarbókini “Frá landi á fyrsta sinni.” Orðini átti meginskaldið, Janus Djurhuus, sum helt pisurøðuna í Føroyingafelag hetta árið, fyri áleið áttati árum síðani, og teir vóru bara tveir, føroysku studentarnir, Viderø og Jóhs. Follend, sum hetta árið vórðu immatrikuleraðir við Lærda Háskúlan í Keypmannahavn. Hetta er somikið kort síðani, at Follend fermdi okkum í Glyvra kirkju fyri slakari hálvari øld síðani, mær var innsiglað Matt. 16.16 í Nýggja Sáttmálan, og seinri keypti eg húsini frá honum, sum høvdu verið prestagarður í Nes prestagjaldi í eina tíð.

Tað var ikki júst ljósskygni, ið gjørdi seg galdandi um hesar leiðir fyri túsund árum síðani. Gøtuskeggjarnir vóru falnir og Hans Andrias Djurhuus sigur um Trónd:

Hann sá teir koma allar
har fram við fjallakleiv
og fara heim til hallar.
Úr benum blóðið dreiv.
Sárt suffaði í fjøllum
eitt einfalt sorgarlag:
»Nu ráða aðrir øllum.«
Og Tróndur gamli kvað.

Eitt er tað, at aðrir ráða øllum, men í øldir heldur ein feudalskipan vanliga føroyinginum í einari spennitroyggju, sum nóg illa røkkur frá hondini í munnin. Ikki fyrrenn vinnufrælsi vinnur frama, tjóðskaparrørslan fer sum ein flóðalda um landið, føroyingurin fer at taka sína egnu mentan og egið mál í álvara, og skúlaskapurin verður alt meiri skipaður, byrjar ferðin hjá Føroyum – móðurlandinum - niðan á hitt háa fjall. Hellisbúgvarnir hjá Platon hava slitið seg leysar, teir, sum í myrkrinum hava sitið fjøtraðir um beinini og um hálsin, uttan at kunna vika seg av fetanum, bara hava hugt bínandi fram fyri seg.

Í kollektiva djúphavsrákinum, processini, sum hesa seinastu øldina, og væl tað, hevur verið landinum rættiliga til fyrimunar, eru avgerandi faktorarnir vinnufrælsi, tjóðskaparrørsla, fakfelagsrørsla og undirstøðukervi. Onki kemur av ongum og undirstøðukervi á ymsum mótum er so sanniliga ikki komið av ongum, og tey eru mong, ið hava lagt nógv fyri, soleiðis, at kálvføðingin er so fræg, sum hon er. Á kensluøkinum var Háskúlin lívæðrin í rúma tíð. Krumtappurin í tjóðarlaðingini. Á mentanar- og málsliga økinum. Hetta hendi kortini ikki uttan svørðslag. Danski seminariurektarin Jens Byskov gav ilt av sær í ”Hjem og Skole” um standin í hjálandinum, Føroyum. Hann skjýtur við skørpum eftir øllum, sum vága sær at virka fyri hini føroysku ”dialektini”. Hann sigur virksemið háskúlans vera forkastiligt, og er ikki mjúkur í umrøðuni av teimum, ið ætla at Guðs orð skal flytast fram á føroyskari tungu í føroyskum kirkjum. Um hesi sigur hann: ”…..for hvem den opagiterede Modersmaalssans betyder mere end det religiøse.” Um hesa somu tíð var ein kunoyingur fyrstilærari í Gøtu. Símun Pauli Konoy. Mínir forfedrar her í bygdini sótu við hansara føtur, hevði nær sagt Gamaliels føtur, hann gekk hús úr húsi og beyð foreldrunum at kenna børnunum ókeypis í føroyskum máli, uttansyndis skúlans karmar, har hetta var lógliga bannað. Hann var vinmaður teirra, ið stjórnaðu Háskúlanum, skarðsmanninum Símuni og miðvinginum Rasmusi, og sat í nevndini fyri Føroya Fólkaháskúla. Sum eitt kuriosum kann nevnast, at hann dittaði sær at biðja um innlit í Louis Zachariasen-sakina. Svar fekk hann onki, men árið eftir fekk hann harraboðini um, at: ”….blive fritaget for sine pligter til at spille paa Orgelharmoniet i Gøte Kirke, samt til om forlanges, at udføre Degnetjeneste i samme Kirke.”

Stóra framtøkan í Føroyum er hend hesa seinastu øldina. Tjóðarlaðing so tað munar. Veit ikki um nakað mikrosamfelag, ið er so framkomið á flestu mótum sum júst Føroyar. Hetta er fyri mesta partin okkum sjálvum, skúlaskapi og kenslu fyri at takka, og hartil einum eirindaleysum vilja til at røkka longur fram á leið - niðan líðina. Mangt er hent síðani Viderø byrjaði sína fjallgongu, gorhungraður, á Danmarkar fløtum, liggjandi undir russiskum loðkápum, búleikandi so hissini í onkrum kustaskápi og í summarhúsum, sum stóðu tóm á vetri. Sum hann tekur til: ” – Men veturin kom, fólkið flutti heim aftur úr sínum summarhúsum. – Tá kendi eg meg einsamallan. – Og kuldin beit. Men eg toldi hann; fann mær pløgg og spjarrar úti um býin, sum eg eins og ravnur bar heim í reiður mítt og helt varmanum - -.” Kann vera, at tað ikki er neyðugt at liva, tað er nú eitt, men vit vita at tað er neyðugt at sigla, og uppaftur meiri týðandi er tað at rógva. Sum Cæsar tók til hina ferðina, táið teir sum sótu við árarnar fullu í fátt: ”Tað er neyðugt at rógva, ikki at liva.” Orðini duttu av munni hansara, eftir at hann var lopin úr lyftingi niður á bekkin, har hann tók árina av einum teirra, og settist at rógva sjálvur.

Væl er rógvið. Materiella undirstøðan er tryggjað í spísikamarinum innanvert fiskimarkið og í strandalandasemjum um ferðandi fiskastovnar. Navigatørar og maskinmeistarar, klaktir á føroyskum skúlum, saman við dugnaligum fiskimonnum, fáa okkum fiskin úr havinum. Ein industrialiserað alivinna ger helvtarmun í útflutninginum og aðrar neyðugar røkur í samfelagnum verða mannaðar við lærdum fólki. Frá ansingarstovnum til lærdan háskúla.

Eitt sum ger stóran mun í hesum høpi er, at vit manna umsitingina av landinum og kommununum við okkara egna fólki. Útróðrarmaðurin, sum ein dagin segði mær, at hann hevði forvunnið alt tað, hann átti - í oljubrókum - er ein súla undir samfelagnum, men tað er málsviðgerðin í Almannaráðnum eisini. Brúk er fyri øllum, skal eitt nýmótans samfelag yvirhøvur fungera. Neyðugt er eisini at skilja rákini í tíðini, ið eru skiftandi sum streymtalvan. Eru basisvirðini í tryggum hondum, so stendur samfelagið uppaftur sterkari, lata vit ta nýggju tíðina fáa tað plássið, sum hon hevur uppiborið. Møletin og hýggjuskotin hugsanarháttur fremur onki. Tað sóu vit, táið studentarnir fyri hálvari øld síðani gjørdu uppreistur í stórum parti av heiminum. Í amerikanskum universitetsbýum, í Mexico, Berlin, Nanterre og París, Roma, Warszawa og partvíst í Føroyum. Teir funnu seg ikki í, at samfeløgini teir vóru partar av, vórðu stjórnað sum fornleivdir. Gamli kadaveragin skuldi foykjast burtur. Sum studentaoddvitin Rudi Dutschke tók til, tað ráddi um: ”Der Marsch durch die Institutionen.“ Tað vóru ikki øll sum dámdu hetta rákið, men vit sum fingu um endan á eystfallinum, á Føroya Studentaskúla í Hoydølum, stórtrivust í blástrinum úr frælsa lotinum innan av meginlandinum og handan stórhavið. Á skúlanum, sum tríggir ungir eysturoyingar stovnaðu fyri 81 árum síðani – Thomas Nygaard av Eiði, Christian Haraldsen úr Elduvík og Erik Petersen úr Fuglafirði. Ein meginás í føroyskum skúlaverki, sum kanska ikki hevur fingið tað heiðursumrøðu, ið hon so søttliga hevur uppiborið, - sum rekruteringskjarni til tær modernaðu Føroyar.

Trúgvi Danielsen, listarmaður, sigur einastaðni:

ella
fari eg
bara
at sita
her
og bíða
til eg verði gamal
tá eg kann afturvenda
til tað slagið
av sjálvsáliti
sum er ognað
unga idiotinum
ið hevur skilt alt
og gamla vísmanninum
sum hevur skilt alt sundur

Eftir royndina at beina fyri despotinum Adolfi Hitler, saman við øðrum, sat presturin Dietrich Bonhoeffer fyrst í týningarleguni Buchenwald og síðani í Flossenbürg. Har dømdi ein politiskur hernaðardómstólur hann til deyða, tríggjar vikur fyri, at týskurin misti valdið á býnum. Tá hann fekk boðini um gálgadeyðan, segði hann við sínar medfangar: „Nú byrjar mítt lív.“ Hann hevði roynt helviti, nú bíðaði Himnaríkið.

Kæru pisur

Tit hava longu livað leingi, men á ein hátt fær lívið nú eina nýggja snaring. Onkursvegna byrjar eitt nýtt lív. Jarðiskt lív. Úr fjálga fjølskylduvarmanum, inni við kaminuna hjá foreldrum tykkara, skal nýggj og egin kós nú setast, kumpassin rættast, tí miðnámið er nú fundamentið undir tykkara egnu fjallgongu. Tað ræður um at røkka mesta útsýninum, kanska fyri at gera sum gamli vísmaðurin, ið skilir alt sundur, sum onnur seta saman aftur, men týdningarmikið er tað fyri tykkum og samfelagið, at setta kósin ikki varð so skeiv, at tit enda sum gomul knarr og íhaldnar sálir við sjálvsálitinum hjá ungum idiotum.

Áðrenn tit fara til gongu, niðan á fjallið, fyri at leita eftir mesta útsýninum, eiga tit at geva tykkum sjálvum neyðugu stundirnar, nú tit skulu leggja á rætta miðið. Plinkin. Onki er so týdningarmikið - tú eigur bara eitt jarðiskt lív - sum at gera hitt rætta valið. Tað er brúk fyri øllum í hesum landinum, og mest dugnar eitt menniskja samfelagnum, leggur tað á mest hóskiligu ódnina. Sum samsvarar hugi og hegni. Í samfelagsweirinum eru nógvir kordelar, og allir halda øllum uppi. Útróðrarmenn, fiskimenn, flakakvinnur, blikkenslagarar, krambúðarfólk, skiparar, maskinmeistarar, búskaparfrøðingar, sjálvstøðug vinnurekandi, handverkarar, rusksavnarar, tannlæknar, læknar, prestar, samfelagsfrøðingar, fiskifrøðingnar, verkfrøðingar, arkitektar, løgfrøðingar, kennarar, námsfrøðingar, miðnámsskúlalærarar. Onkuntíð ganga neistar frá, har áhugamálini skarast, men innast inni vita vit øll, at tørvur er á okkum øllum. Neistarokið er bara tekn um, at lív er í samfelagnum, og at tað er í menning, og at fólkaræði er í vøkstri. Ikki minst hesum seinasta dýrgripinum mega tit fara væl við, demokratinum, tit sum nú fáa samfelagið í varðveistlu og skulu menna tað til eitt uppaftur betri samfelag í ókomnum døgum.

Í samtíðini er trupult at spáa um framtíðina. Tað mátti gamli generalurin í París, Charles de Gauelle, sanna, eftir at hann gamlaárskvøld í 1967, í sjónvarpaðari røðu, segði: „L´année mille neuf cent soixante-huit, je la salue avec sérénité.“ „Eg bjóði árinum 1968 vælkomnum við friði í sálini.“ Fáar mánaðir seinri stóð París og Frakland í einum eldi – tað stóð um húsbrot nú studentauppreisturin og ungdómsbyltingin var farin oman av lunnum. Ein av teimum, sum vóru í París hesar dagarnar, var føroyski yrkjarin Rói Patursson, sum yrkti:

Gongubreytaprát.
Stiletthælir.
Fnisan.
Roykur av bensini og luktilsi.
Dreingir við blue-jeans beinum.
Matstovur.
Við einum dýrum kaffimunni.
Rópan í gøtuni,
babtistar,
frelsunnarherurin
ella fullir menn.
Motorsykludundur,
skínandi skinnjakkar,
spískir skógvar,
frisyrir.
Onkur bløðir,
onkur dettur av
aftan fyri pylsuvognin.
Teir syngja
„Dominique“
ella
„Hey Jude“
Tað er ungdómur,
villur,
óreinur,
lívsglaður.
Komandi læknar,
arbeiðsmenn,
prestar.
Og onkur verður løgmaður.

Takið tykkum nú av løttum eina løtu, áðrenn tit leggja leiðina niðan á “vísdómsins háa fjall – og dettið ikki oman á hálvari leið, soleiðis, at tit koma at liggja í beinabjølgi. – Eini tíggju ár – ið hvussu er – tekur tað at koma niðan á, og fáa tað stóra útsýnið – har sólin sæst renna og aldri fer undir - - “

Framtíðin kemur ikki av sær sjálvari, men hon er tykkara, og hon bíðar nú eftir tykkara sniðgevandi hondum og heilum.

Hjartaliga til lukku við degnum og prógvunum.

Takk fyri heiðurin mær var sýndur hesa løtuna.