HEIM
24.08.2016

Fiskivinnuráðstevna í Løkshøll

Tíðindaskriv frá R7:

R7 skipar fyri fiskivinnu-ráðstevnu í Løkshøll, 1. September 2016. Orsøkin til at R7 skipar fyri hesum tiltakið er, at mett verður, at upplýsingin í samband við ætlaðu broytingarnar í fiskivinnuskipanini kundi verið betri. Vit halda at tað er ov lítið av upplýsingum og ikki lýst nóg breitt.

Tí hava vit lagt okkum í seðlarnar og roynt at útvega best møguligar fyrilestrahaldarar, sum eisini umboða flest møgulig sjónarmið.

Vit ynskja at leggja dent á fiskivinnuskipan og at ráðstevnan skal lýsa fyrimunir og vansar við marknaðargrundaðari uppboðssølu og grandfathering.

Vit meta tað sum eina sjálvfylgju, at løgtings- og landsstýrisfólk møta, eins og vit vóna at fleiri fólk úr landsumsitingini og onnur við áhuga møta.

Vinnan hevur víst hesum tiltakinum stóran áhuga og møtir tí vónandi fjølment.

Hesir fara at halda fyrilestur:

Gary D Libecap, (føddur 1946) professari í búskapi, http://www.garylibecap.com/ Gary fer at greiða frá um fyrimunir við Grandfathering. Hann hevur fingist við tilfeingi í náttúrini stóran part av sínum virkna arbeiðslívi.

Martin Paldam, (Føddur 1942) Professari í búskapi, http://martin.paldam.dk Martin fer at greiða frá um rents og konkurrenceevne/ rents and compettitiveness Tað verður nakað við at greiða frá um vansar við at tilfeingisrenta endar í landskassanum, og hvussu hesir vansar eru so lítlir sum gjørligt.

Charles R Plott, (føddur 1938) professari í búskapi,  https://www.hss.caltech.edu/content/charles-r- plott Charlie hevur arbeitt nógv við experimental economics. Í stuttum ber til at siga, at Charlie hevur verið við til at útvikla hættir at gera royndir við. Meira kann lesast her: http://eeps.caltech.edu/

Okkara ætlan við at fáa Charlie at koma til Føroya er, at hann kann greiða frá, hvussu tað møguliga er best at skipa eina uppboðssølu. Charlie hevur royndir og telduprogram, sum gera tað møguligt at meta um, hvat hendir, um vit selja fiskirættindi á uppboðssølu. Til ber at seta ymiskar fortreytir og síðan meta um avleiðingar. Charlie hevur arbeitt nógv saman við Vernon Smith, sum vann Nobel heiðursløn í búskapi í 2002.

Charlie kemur ikki til Føroya at siga okkum, um vit skulu selja ella, ikki selja fiskirættindi á uppboðssølu, hann kemur hendavegin at vísa okkum á møguleikar til at meta um tað vit ætla at gera. Tað vil siga at hann fer at hjálpa okkum at útvega grundarlag til at taka støðu útfrá. Hetta er ein hjálp hjá teimum, sum ikki vilja hava uppboðssølu, at meta um og grundgeva fyri vansum við uppboðssølu. Somuleiðis er tað ein hjálp hjá teimum, sum vilja hava uppboðssølu, at meta um og grundgeva fyri fyrimunum við einari uppboðssølu.

Vit fara eisini at hava aðrar fyrilestrahaldarar, men meira um tað seinni. Tó hava vit fingið váttan frá Fiskimálaráðnum, at teir koma at greiða frá “Uppskotinum um uppboðssølu,” sum verður framlagt primo august. Tað verður sjálvandi ein framløga, sum fer at argumentera fyri tí uppskotinum og tað verður heilt víst eitt uppskot um uppboðssølu.

Fyribils Skrá:

  • Fyrilestur Charles R Plott, 30-45 minuttir
  • Fyrilestur Gary D Libecap, 30-45 minuttir
  • Fyrilestur Martin Paldam, 30-45 minuttir
  • Fyrilestur, Fiskimálaráðið um nýggja uppskotið um uppboðssølu av fiskirættindum 20-30 minuttir

Harumframt verða nakrir aðrir styttri fyrilestrar.

Ráðstevnan byrjar Kl. 9.30 og endar umleið Kl. 16.00

Stað: Løkshøll, avmarka til 305 luttakarar. (tí er umráðandi at melda til í góðari tíð)

Tilmelding: Flyt kr. 395,- á konto í Eik 9181- 484.432.9 og viðmerk ráðstevna og navn á luttakara Kaffi og máltíð á middegi er íroknað tilmeldingargjaldinum.