HEIM
04.04.2007

Fish Fair Kappingin 2007 hjá NSÍ

04.04.2007 - 15:37
Frá www.arf.fo

Leygardagin 14. apríl skipar Kappróðrarfelagið NSÍ á triðja sinni fyri opnari kapping í innandura rógving.

Kappingin er nevnd Fish Fair Kappingin eftir høvuðsstuðlinum North Atlantic Fish Fair. Øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka. Tað er ókeypis at luttaka í rógvikappingini.

Kappingin er bæði fyri einstaklingar og bólkar. Einstaklingakappingin er býtt upp í aldursbólkar, meðan stafettróðurin er kapping millum manningar við 6 rógvarum í ymsum aldursbólkum.

Vanliga hava allir rógvararnir verið vigaðir kappingardagin. Men hesa ferð er gjørt av, at vektfaktorurin bert verður nýttur til úrslitini í opnu bólkunum hjá monnum og kvinnum og í stafett-kappingini. Í hesum bólkum verða tíðirnar faldaðar við "vektjusteringsfaktorinum". Hetta skuldi givið eina javna kapping, við tað at tey løttu og tey tungu í princippinum verða javnsett. Sí annars luttøkutreytirnar.

Nýtt hesa ferð er eisini, at í opnu bólkunum verða umframt bestu kvinnuna og besta mannin (funnin við tíð og tillaga við vektfaktorinum) eisini skjótastu tíðirnar (uttan faktor) í bólkunum lættvekt og tungvekt hjá kvinnum og monnum heiðraðar.

Allar kappingarnar fara fram á Concept 2 rógvimaskinum, ið líkjast teimum, ið eru at finna í kappróðrarfeløgunum kring landið. Kappingin verður hildin í Ítróttarhøllini í Runavík. Tilmelding fer fram umvegis heimasíðuna www.kappnsi.in fo innan hóskvøldið 12. apríl kl. 24.00.

Kappróðrarfelagið NSÍ vónar, at undirtøkan verður góð.