HEIM
17.04.2012

Finleif Mortensen málningaframsýning í Gallarí Elisabeth

Hósdagin 19. apríl kl. 16 letur Finleif Mortensen upp eina málningaframsýning í Gallarí Elisabeth í Saltangará.

Við á framsýningini eru 15 málningar, teir flestu málaðir til hesa framsýningina, eisini eru nakrar oljukritstegningar við.

Málningarnair eru ljósir og várligir. Við fagrum litum lísir listamaðurin tað føroysku nattúruna og bygdirnar.

Gallarí Elisabeth er eitt lítið gallarí í Saltangará, Gallarí Elisabeth sum húsast í gomlu kioskini hjá Elisabeth, har klaverstemmarin eisini hevur hildið til. Hetta er í smáu húsunum beint hinumegin vegin, har Telebúðin heldur til.

Framsýningin letur upp hósdagin kl. 16 – 20 og er opin til týsdagin hvønn dag frá kl. 14 – 18, sunnudag tó frá kl. 15 – 18